Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 2
Paulus broytti ferðaætlan sína fyri ikki at valda Korintmonnum sorg
v1 Men eg gjørdi hetta av fyri mín egna part, at eg ikki aftur vildi koma til tykkara við sorg. v2 Tí at um eg veldi tykkum sorg, hvør er tað tá, sum ger meg glaðan, uttan tann, sum eg veldi sorg? v3 Og júst av teirri grund skrivaði eg til tykkara, fyri at eg, tá ið eg kom, ikki skuldi fáa sorg av teimum, sum eg átti at fáa gleði av, við tað at eg havi tað treyst á tykkum øllum, at gleði mín er gleði hjá tykkum øllum. v4 Tí at av miklari angist og hjartans trega skrivaði eg til tykkara við mongum tárum, ikki fyri tað at tit skuldu fáa sorg, men fyri at tit skuldu fáa at kenna tann kærleika, sum eg havi til tykkara serstakliga.
Paulus biður teir fyrigeva einum syndara, sum hevur fingið nóg mikla revsing
v5 Men um einhvør hevur volt sorg, tá er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men í nøkrum muni – at eg ikki skal gera ov nógv av – tykkum øllum. v6 Nóg mikil er tí manni tann revsing, sum hann hevur fingið av teimum flestu av tykkum, v7 so at tit nú aftur ímót heldur eiga at fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann ikki skal søkka í enn størri sorg. v8 Tí áminni eg tykkum, at tit koma á samt um at sýna honum kærleika. v9 Tí at eisini av teirri grund skrivaði eg, at eg kundi fáa at vita, hvussu fullroynd tit eru, og um tit eru lýðin í øllum lutum. v10 Men tí, sum tit fyrigeva nakað, honum fyrigevi eg við. Tí at eisini tað, sum eg havi fyrigivið, – um eg havi havt nakað at fyrigeva, – tað havi eg gjørt fyri tykkara skuld, fyri ásjón Krists, v11 til tess at vit ikki skulu verða villleiddir av Sátani; tí at vit eru ikki ókunnigir við svikráð hansara.
Paulus hevur havt gremju um Korintmenn, men takkar nú Guði fyri gerningin
v12 Tá ið eg kom til Troas at boða gleðiboðskapin um Krist, og dyr vóru mær opnaðar har í Harranum, v13 tá hevði eg ikki rógv í anda mínum, av tí at eg hitti ikki Titus, bróður mín, men eg skildist frá teimum og fór avstað til Makedóniu. v14 Men Guði veri tøkk, sum altíð førir okkum fram í sigursferð í Kristi, og við okkum letur angan av kunnskapi sínum koma upp allar staðir; v15 tí at vit eru Krists góði angi fyri Guði millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast, v16 teimum ein angi av deyða til deyða, men hinum ein angi av lívi til lívs. Og hvør er dúgligur til hetta? v17 Tí at vit eru ikki eins og hinir mongu, sum fara óreiðuliga við Guðs orði, men vit tala sum av reinleika, ja, sum av Guði, fyri ásjón Guðs í Kristi.