Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 5
Paulus væntar eitt nýtt, himmalskt likam
v1 Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. v2 Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni, v3 so satt sum vit, tá ið vit eru íklæddir, ikki skulu standa naknir. v4 Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja, av tí at vit vilja ikki avklæðast, men yvirklæðast, fyri at hitt deyðuliga kann verða uppslúkað av lívinum. v5 Men tann, sum hevur gjørt okkum førar júst fyri hesum, er Guð, sum gav okkum pant andans. v6 Vit hava tí altíð gott treyst og vita, at meðan vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum; v7 tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan. v8 Ja, vit hava gott treyst og hava bestan hugin til at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum. v9 Tess vegna seta vit eisini okkara æru í, annaðhvørt vit eru heima ella burtur, at vera honum til tokka. v10 Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.
Gerningur hans er at boða Guðs sáttargerð við Kristi
v11 Við tað at vit tá kenna Harrans ótta, royna vit at vinna menniskjur, men fyri Guði eru vit opinlýsir; ja, eg vóni, at vit eisini eru opinlýsir fyri samvitskum tykkara. v12 Ikki geva vit aftur okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum føri til at rósa tykkum av okkum, fyri at tit kunnu hava okkurt at svara teimum, sum rósa sær av hinum ytra og ikki av hjartalaginum. v13 Tí at um vit hava mist vitið, tá er tað fyri Guðs skuld, ella um vit hava alt okkara skil, tá er tað fyri tykkara skuld. v14 Tí at kærleiki Krists valdar okkum; við tað at vit hava hildið hetta: Ein er deyður fyri allar, tá eru teir allir deyðir; v15 og hann er deyður fyri allar, fyri at teir, sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men fyri honum, sum fyri teir er deyður og upprisin. v16 Tí meta vit tá hereftir ongan eftir holdinum; ja, um vit so eftir holdinum hava kent Krist, tá kenna vit hann nú ikki longur soleiðis. v17 Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! v18 Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; v19 við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. v20 Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð! v21 Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.