Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 3
Kirkjuliðið í Korint er Paulusar viðmælisbræv
v1 Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli? Ella tørvar okkum, eins og summum, at hava viðmælisbræv til tykkara ella frá tykkum? v2 Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, v3 tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti.
Tænastan fyri hinum nýggja sáttmálanum samanborin við tænastuna fyri hinum gamla
v4 Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld; v5 ikki so, at vit av okkum sjálvum eru dúgligir til at hugsa nakað upp sum av okkum sjálvum, men dugnaskapur okkara er frá Guði, v6 honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men anda; tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar. v7 Men tá ið tænasta deyðans, sum við bókstøvum var innhøgd í steinar, kom fram í dýrd, so at Ísraelsmenn ikki toldu at líta at andliti Mósesar fyri ljómanum í andliti hansara, sum tó hvarv burtur, v8 hvussu mikið meira má tá ikki tænasta andans vera í dýrd? v9 Tí at hevði fordømingartænastan dýrd, tá er rættvísitænastan enn mikið meira rík í dýrd. v10 Tí at sjálvt hitt dýrdríka er í hesum luti tó ikki dýrdríkt í samanburði við hin ovurstóra dýrdleika. v11 Tí at tá ið tað, sum hvørvur burtur, kom fram í dýrd, tá skal mikið meira tað, sum varir við, vera í dýrd. v12 Við tað at vit nú hava slíka vón, tá halda vit fram við miklum treysti, v13 og gera ikki eins og Móses, sum legði eitt skýli yvir andlit sítt, fyri at Ísraelsmenn ikki skuldu líta at, at tað, sum hvarv burtur, fekk enda. v14 Men hugur teirra varð forherðaður; tí at líka til dagin í dag liggur sama skýlið yvir upplestrinum av hinum gamla sáttmálanum og verður ikki tikið burturav; tí at eina í Kristi fer tað burtur. v15 Ja, líka til dagin í dag liggur eitt skýli yvir hjørtum teirra, tá ið Móses verður lisin upp. v16 Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur. v17 Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi. v18 Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans.