|
Jóhannesar opinbering, kapittul 12
Kvinnan og drekin
v1
Og stórt tekin kom til sjóndar á himni: kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.
v2
Og hon var við barn, og hon rópaði í barnsneyð og í føðingarverkjum.
v3
Og annað tekin kom til sjóndar á himni, og sí: stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn, og á høvdunum sjey krúnur.
v4
Og hali hansara tók triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær oman á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, sum komin var at eiga barn, fyri at gloypa barni hennara, tá ið hon hevði átt tað.
v5
Og hon føddi son, sveinsbarn, sum stýra skal øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð ript burtur til Guðs og til hásætis hansara.
v6
Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina, har sum hon hevur stað gjørdan til av Guði, til tess at tey skulu føða hana har í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar.
Mikael stríðist móti drekanum
v7
Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara.
v8
Og teir vóru við undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki longur at finna á himni.
v9
Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan mannaheimin, – hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara vórðu stoyttir oman við honum.
v10
Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: «Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt.
v11
Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins og vegna orð vitnisburðar síns, og ikki var teimum lívið so kært, at deyði øgdi teir.
v12
Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.»
Drekin eltir kvinnuna til tess at meina hana
v13
Og tá ið drekin sá, at hann var stoyttur oman á jørðina, elti hann kvinnuna, sum hevði átt sveinsbarnið.
v14
Og kvinnuni vórðu givnir veingirnir tveir av hini miklu ørnini, fyri at hon skuldi fljúgva út í oyðimørkina á stað sín, har sum hon fær føðslu sína tíð og tíðir og hálva tíð, langt burtur úr eygsýni ormsins.
v15
Og ormurin sprændi vatn út úr munni sínum aftan á kvinnuna, eins og eina á, fyri at skola hana burtur við streyminum.
v16
Og jørðin kom kvinnuni til hjálpar, og jørðin opnaði munn sín og svølgdi ánna, sum drekin sprændi út úr munni sínum.
v17
Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð.
v18
Og hann tók støðu á sandinum við havið.
|