|
Jóhannesar opinbering, kapittul 15
Sjey einglar við sjey plágum; songur Mósesar og lambsins
v1
Og eg sá annað tekin á himni, stórt og undurfult: sjey einglar, sum høvdu hinar sjey síðstu plágurnar, tí at við teimum er vreiði Guðs fullførd.
v2
Og eg sá sum glarhav blandað við eldi, og eg sá teir, sum høvdu vunnið sigur á djórinum og á mynd tess og á tali navns tess, standa við glarhavið og halda á hørpum Guðs.
v3
Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: «Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna!
v4
Hvør skuldi ikki óttast, Harri, og prísa navni tínum? Tí at tú eina ert heilagur, tí at øll fólkasløg skulu koma og tilbiðja fyri ásjón tíni, tí at tínir rættvísu dómar eru vorðnir opinberir!»
v5
Og eftir hetta sá eg, og upp varð latið vitnisburðar-tjaldbúðar-templið á himni.
v6
Og hinir sjey einglarnir, sum høvdu hinar sjey plágurnar, gingu út úr templinum, klæddir í reinum skínandi líni og gyrdir við gullbeltum um bringu.
v7
Og ein av hinum fýra verunum fekk hinum sjey einglunum sjey gullskálir, fullar av vreiði Guðs, hann sum livir um aldur og allar ævir.
v8
Og templið fyltist av royki av dýrd Guðs og av mátti hansara; og eingin kundi ganga inn í templið, fyrr enn hinar sjey plágurnar frá hinum sjey einglunum vóru endaðar.
|