Aftur til forsíðuna
Jóhannesar opinbering, kapittul 22
Lívsins á og lívsins træ
v1 Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. v2 Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ, sum bar tólv ferðir ávøkst og hvønn mánað gav ávøkst sín; og bløðini á træinum vóru til lekidóms hjá fólkasløgunum. v3 Og eingin bannseting skal longur vera til, og hásæti Guðs og lambsins skal vera í honum, og tænarar hansara skulu tæna honum. v4 Og teir skulu síggja ásjón hansara, og navn hansara skal vera á ennum teirra. v5 Og nátt skal ikki longur vera til, og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós, tí at Harrin Guð skínur á teir, og teir skulu ráða um aldur og allar ævir.
Orð til endans
v6 Og hann segði við meg: «Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. v7 Sí, eg komi skjótt! Sælur er tann, sum varðveitir orð profetadómsins í hesi bók!» v8 Og eg, Jóhannes, eri tann, sum sá og hoyrdi hetta. Og tá ið eg hevði hoyrt og sæð tað, fell eg niður til at tilbiðja fyri fótum eingilsins, sum sýndi mær hetta. v9 Og hann sigur við meg: «Ger tað ikki! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum varðveita orðini í hesi bók. Tilbið Guð!» v10 Og hann sigur við meg: «Innsigla ikki orð profetadómsins í hesi bók, tí at tíðin er í nánd. v11 Tann, sum ger órætt, haldi fram við at gera órætt, og hin óreini haldi fram við óreinsku síni, og hin rættvísi haldi fram við rættferð síni, og hin heilagi haldi fram við halgan síni! v12 Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum gerningur hansara er. v13 Eg eri Alfa og Omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. v14 Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. v15 Fyri uttan eru hundarnir og gandakallarnir og horkallarnir og manndrápararnir og skurðgudadýrkararnir og hvør tann, sum elskar og fer við lygn. v16 Eg, Jesus, havi sent eingil mín til at vitna fyri tykkum hesar lutir um kirkjuliðini. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta stjørnan, morgunstjørnan. v17 Og andin og brúðurin siga: «Kom!» Og tann, sum hoyrir, sigi: «Kom!» Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!» v18 Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir orð profetadómsins í hesi bók: leggur nakar nakað aftur at teimum, tá skal Guð leggja á hann tær plágur, sum skrivað er um í hesi bók. v19 Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Guð taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. v20 Tann, sum hetta vitnar, sigur: «Ja, eg komi skjótt.» – Amen, kom, Harri Jesus! v21 Náði Harrans Jesu veri við øllum!