|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 12
Jesus og hvíludagurin
v1
Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta.
v2
Men tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við hann: «Sí, lærusveinar tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera ein hvíludag.»
v3
Men hann segði við teir: «Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru?
v4
Hvussu hann fór inn í Guðs hús og át sýnisbreyðini, sum hvørki hann ella teir, ið við honum vóru, áttu at eta, men eina prestarnir?
v5
Ella hava tit ikki lisið í lógbókini, at um hvíludagin bróta prestarnir halguna í halgidóminum, og eru tó ósekir.
v6
Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin.
v7
Men um tit høvdu vitað, hvat tað vil siga: «Mær er meir um miskunn enn um offur,» tá mundu tit ikki hava dømt teir, ið sakleysir eru.
v8
Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.»
Maður við visnari hond
v9
Og hann fór burtur haðani og kom inn í samkomuhús teirra.
v10
Og sí, har var ein maður, ið hevði eina visna hond; og teir spurdu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at grøða nakran um hvíludagin?» – fyri at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri.
v11
Men hann segði við teir: «Hvør er tann maður tykkara millum, sum eigur ein seyð, og hann um hvíludagin dettur í eina grøv, at hann so ikki fer eftir honum og dregur hann uppúr?
v12
Hvussu nógv meir er nú ikki maður verdur enn ein seyður? Tí er tað loyviligt at gera væl um hvíludagin.»
v13
So sigur hann við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hon varð frísk aftur sum hin.
v14
Men Fariseararnir fóru út og hildu ráð saman móti honum, hvussu teir kundu fáa hann av døgum.
Mildi Jesu
v15
Men tá ið Jesus fekk hetta at vita, fór hann burtur haðani. Og mong fylgdu honum, og hann grøddi tey øll;
v16
og hann legði teimum ríkan við ikki at gera hann kunnan,
v17
fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur:
v18
«Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt.
v19
Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum.
v20
Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs.
v21
Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.»
Jesus lagdur undir at hava samfelag við Beelsebul
v22
Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá.
v23
Og allar mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: «Man hetta ikki vera Dávidssonurin?»
v24
Men tá ið Fariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir: «Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við Beelsebul, høvdinga teirra illu andanna.»
v25
Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: «Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við.
v26
Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við?
v27
Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara.
v28
Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum.
v29
Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara.
v30
Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.
Spottan móti andanum
v31
Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin.
v32
Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi.
v33
Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.
v34
Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.
v35
Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum.
v36
Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.
v37
Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.»
Tekin Jónasar
v38
Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.»
v39
Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets.
v40
Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
v41
Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!
v42
Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!
Tá ið hin óreini andin vendir aftur
v43
Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki.
v44
So sigur hann: «Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt.
v45
Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.»
Jesu rætta skyldfólk
v46
Meðan hann enn talaði til mannamúgvurnar, sí, tá stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan og royndu at fáa hann í tal.
v47
Og onkur segði við hann: «Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.»
v48
Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: «Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?»
v49
Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: «Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir!
v50
Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.»
|