Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 17
Jesus umbroytist á fjallinum
v1 Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. v2 Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. v3 Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. v4 Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» v5 Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» v6 Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. v7 Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!» v8 Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. v9 Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.»
Jesus talar um Jóhannes doyparan sum Elia
v10 Og lærusveinarnir spurdu hann og søgdu: «Hvat er tað tá, ið teir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?» v11 Men hann svaraði teimum og segði: «Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag; v12 men eg sigi tykkum, at Elia er longu komin, og teir kendu hann ikki, men gjørdu við hann tað, ið teir vildu. Á sama hátt skal eisini menniskjusonurin líða ilt av teimum.» v13 Tá skiltu lærusveinarnir, at hann talaði til teirra um Jóhannes doyparan.
Hin mánasjúki
v14 Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði: v15 «Harri, miskunna syni mínum, tí at hann er mánasjúkur og er ógvuliga ringur; tíðum fellur hann í eld og tíðum í vatn. v16 Og eg leiddi hann higar til lærusveinar tínar; men teir vóru ikki mentir at geva honum heilsubót.» v17 Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!» v18 Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund. v19 Tá komu lærusveinarnir til Jesus einsæris og søgdu: «Hví kundu vit ikki reka hann út?» v20 Men hann segði við teir: «Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: «Flyt teg hiðani og hagar,» og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. v21 [Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu»].
Jesus talar á øðrum sinni um líðing sína
v22 Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: «Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur; v23 og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» Og teir vórðu heilt sorgarbundnir.
Tempulskatturin
v24 Men tá ið teir vóru komnir til Kapernaum, komu teir menn, ið kravdu inn tempulskattin, til Pæturs og søgdu: «Letur meistari tykkara ikki skattin?» v25 Hann sigur: «Jú.» Og tá ið hann var komin inn heima við hús, bar Jesus fyrr upp á mál og segði: «Hvat tykir tær, Símun? Av hvørjum taka heimsins kongar toll ella skatt? Av sonum sínum ella av fremmandum?» v26 Og tá ið hann segði: «Av fremmandum,» segði Jesus við hann: «So eru synirnir fríir tá. v27 Men fyri at teir ikki skulu taka sær ilt av okkum, so far oman á vatn og kasta ein ongul út og tak tann fyrsta fiskin, sum á kemur; og tá ið tú letur munnin sundur á honum, skalt tú finna ein stater. Tak hann og gev teimum hann fyri meg og teg.»