|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 15
Reint og óreint
v1
Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu:
v2
«Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.»
v3
Men hann svaraði og segði við teir: «Hví bróta eisini tit Guðs boð fyri siðir tykkara?
v4
Tí at Guð hevur boðið og sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.»
v5
Men tit siga: «Tann, ið sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í av mær, skal vera ein tempulgáva,» honum nýtist ikki at æra faðir sín ella móður sína.»
v6
Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara.
v7
Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði:
v8
«Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær.
v9
Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.»
v10
Og hann kallaði mannamúgvurnar til sín og segði við tær: «Hoyrið og fatið!
v11
Ikki tað, ið fer inn í munnin, ger menniskjuna óreina; men tað, ið fer út úr munninum, tað ger menniskjuna óreina.»
v12
Tá komu lærusveinarnir til hansara og søgdu við hann: «Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av tí, tá ið teir hoyrdu hesa talu?»
v13
Men hann svaraði og segði: «Ein og hvør vøkstur, sum himmalski faðir mín ikki hevur sett niður, skal verða slitin upp við rót.
v14
Leggið tit einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; men tá ið blindur leiðir blindan, tá falla teir báðir í veitina.»
v15
Men Pætur tók til orða og segði: «Grein okkum hetta líknilsi!»
v16
Men hann segði: «Eru tit við so skilaleysir enn?
v17
Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara?
v18
Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina.
v19
Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan.
v20
Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina.»
Hin kánaneiska konan
v21
Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon.
v22
Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: «Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.»
v23
Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: «Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.»
v24
Men hann svaraði og segði: «Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.»
v25
Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: «Harri, hjálp mær!»
v26
Men hann svaraði og segði: «Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.»
v27
Men hon segði: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.»
v28
Tá svaraði Jesus og segði við hana: «Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!» Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund.
Mong verða grødd
v29
Og Jesus fór burtur haðani og kom at vatninum í Galileu; og hann gekk niðan á fjallið og settist har.
v30
Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey;
v31
so at mannamúgvurnar undraðust, tá ið tey sóu, at tey dummu talaðu, kryplar vórðu heilskapaðir og lamin gingu og blind sóu. Og tey lovaðu Ísraels Guði.
4000 fáa mat
v32
Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.»
v33
Og lærusveinarnir siga við hann: «Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?»
v34
Og Jesus sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.»
v35
Og hann beyð mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina;
v36
og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni.
v37
Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett; og tað, ið varð til avlops av molum, hentaðu teir upp í sjey fullar tægur.
v38
Men tey, ið ótu, vóru fýra túsund menn, umframt konur og børn.
v39
Og hann læt mannamúgvurnar fara avstað, og fór tá inn í bátin og kom til bygdaløgini við Magadan.
|