| 
		
							 
						Evangeliið eftir Matteus, kapittul 26					 
												
								Jesus boðar á 3. sinni líðing sína							 
													
															v1
															Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað allar hesar talurnar, tá segði hann við lærusveinar sínar:						
												
															v2
															«Tit vita, at um tveir dagar koma páskirnar, og tá verður menniskjusonurin givin upp at verða krossfestur.»						
													 
								Deyði hans avráddur í ráðnum							 
													
															v3
															Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas.						
												
															v4
															Og teir hildu ráð saman um at grípa Jesus við listum og taka hann av døgum.						
												
															v5
															Men teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreist í fólkinum.»						
													 
								Jesus salvaður í Betániu							 
													
															v6
															Men tá ið Jesus var komin til Betániu og var inni við hús hjá Símuni spitalska,						
												
															v7
															tá kom ein kvinna fram til hansara við eini alabastur-krukku við sera dýrabarari salvu og helti hana út yvir høvur hansara, sum hann sat til borðs.						
												
															v8
															Men tá ið lærusveinarnir sóu hetta, ilskaðust teir og søgdu: «Hvat skal henda burturspillan til?						
												
															v9
															Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.»						
												
															v10
															Men tá ið Jesus varð varur við tað, segði hann við teir: «Hví gera tit kvinnuni ónáðir? Tí at hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær.						
												
															v11
															Fátæk hava tit altíð hjá tykkum: men meg hava tit ikki altíð.						
												
															v12
															Tí at tá ið hon helti hesa salvuna út yvir likam mítt, gjørdi hon tað til tess at búgva um meg til jarðarferðina.						
												
															v13
															Sanniliga sigi eg tykkum, at hvar sum helst um allan heimin hesin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.»						
													 
								Svikaráð Judasar							 
													
															v14
															Tá fór ein av teimum tólv, hann, ið var nevndur Judas Iskarjot, til høvuðsprestarnar						
												
															v15
															og segði: «Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?» Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar).						
												
															v16
															Og eftir ta løtu royndi hann at finna eina lagaliga stund til at svíkja hann.						
													 
								Páskamáltíðin							 
													
															v17
															Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?»						
												
															v18
															Men hann segði: «Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: «Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.»»						
												
															v19
															Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til.						
												
															v20
															Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum.						
												
															v21
															Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.»						
												
															v22
															Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: «Harri, tað man tá ikki vera eg?»						
												
															v23
															Men hann svaraði og segði: «Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg.						
												
															v24
															Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.»						
												
															v25
															Men Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: «Tað man tá ikki vera eg, rabbi?» Hann sigur við hann: «Nú segði tú tað sjálvur.»						
													 
								Kvøldmáltíðin innsett							 
													
															v26
															Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: «Takið, etið; hetta er likam mítt.»						
												
															v27
															Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: «Drekkið allir úr honum;						
												
															v28
															tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna.						
												
															v29
															Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.»						
													 
								Avnoktan Pæturs boðað							 
													
															v30
															Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.						
												
															v31
															Tá sigur Jesus við teir: «Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: «Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.»						
												
															v32
															Men aftaná at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.»						
												
															v33
															Men Pætur tók til orða og segði við hann: «Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.»						
												
															v34
															Jesus segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.»						
												
															v35
															Pætur sigur við hann: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir.						
													 
								Getsemane							 
													
															v36
															Tá kemur Jesus við teimum í ein urtagarð, sum eitur Getsemane, og hann sigur við lærusveinarnar: «Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.»						
												
															v37
															Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar við sær, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða.						
												
															v38
															Tá sigur hann við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær!»						
												
															v39
															Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: «Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!»						
												
															v40
															Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: «So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær!						
												
															v41
															Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.»						
												
															v42
															Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: «Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!»						
												
															v43
															Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni.						
												
															v44
															Og hann fór frá teimum, gekk uppaftur avstað og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini.						
												
															v45
															Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur.						
												
															v46
															Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd.»						
													 
								Jesus tikin á hondum							 
													
															v47
															Og meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og fólksins elstu.						
												
															v48
															Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann.»						
												
															v49
															Og alt fyri eitt gekk hann fram at Jesusi og segði: «Heilur og sælur, rabbi!» og kysti hann.						
												
															v50
															Men Jesus segði við hann: «Vinur mín, hví ert tú higar komin?» Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann.						
												
															v51
															Og sí, ein teirra, sum vóru við Jesusi, rætti hondina út og dró svørð sítt, og hann høgdi til tænara høvuðsprestsins og hjó oyrað av honum.						
												
															v52
															Tá sigur Jesus við hann: «Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði.						
												
															v53
															Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar?						
												
															v54
															Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða?»						
												
															v55
															Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki.						
												
															v56
															Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.» Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu.						
													 
								Jesus frammi fyri Kaifasi							 
													
															v57
															Men teir, ið høvdu tikið Jesus, førdu hann til Kaifas, høvuðsprestin, har sum hinir skriftlærdu og hinir elstu vóru saman komnir.						
												
															v58
															Men Pætur fylgdi honum langt aftaná líka at borgargarðinum hjá høvuðsprestinum, og hann fór innum og settist niður hjá sveinunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða.						
												
															v59
															Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum;						
												
															v60
															men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu:						
												
															v61
															«Hesin maðurin hevur sagt: «Eg eri mentur at bróta Guðs tempul niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.»»						
												
															v62
															Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: «Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?»						
												
															v63
															Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann: «Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs.»						
												
															v64
															Jesus sigur við hann: «Tú segði tað sjálvur. Men eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.»						
												
															v65
															Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: «Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina.						
												
															v66
															Hvat halda tit?» Men teir svaraðu og søgdu: «Hann er sekur til deyða.»						
												
															v67
															Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan						
												
															v68
															og søgdu: «Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?»						
													 
								Avnoktan Pæturs							 
													
															v69
															Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: «Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum.»						
												
															v70
															Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: «Eg veit ikki, hvat tú sigur.»						
												
															v71
															Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: «Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.»						
												
															v72
															Og hann noktaði uppaftur fyri tí við einum eiði: «Eg kenni ikki tann mannin.»						
												
															v73
															Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: «Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.»						
												
															v74
															Tá tók hann at banna og svørja: «Eg kenni ikki tann mannin.» Og í tí sama gól hanin.						
												
															v75
															Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: «Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sárliga.						
										 
						 |