Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 23
Jesu vei-róp yvir skriftlærdar og Farisearar
v1 Tá talaði Jesus til mannamúgvurnar og lærusveinar sínar og segði: v2 «Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. v3 Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. v4 Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. v5 Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar; v6 og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum v7 og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. v8 Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. v9 Og ongan á jørðini skulu tit kalla faðir tykkara; tí at ein er faðir tykkara, hann, sum er í himlunum. v10 Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. v11 Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara. v12 Men hvør tann, ið setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og hvør tann, ið setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. v13 Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn. v14 [Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.] v15 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit ferðast um til sjós og til lands fyri at vinna ein trúarfelaga; og tá ið hann er vorðin tað, tá gera tit eitt helvitis barn úr honum, tvær ferðirnar verri enn tit eru tað sjálvir. v16 Vei tykkum, blindir leiðbeinarar! Tit siga: «Um onkur svør við templið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gullið í templinum, hann er sekur.» v17 Tykkara býttlingar og blindu! Hvat er mætari, gullið ella templið, ið halgar gullið? v18 Og: «Um onkur svør við altarið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gávuna, sum er á tí, hann er sekur.» v19 Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? v20 Tann, sum tí svør við altarið, hann svør við tað og við alt, sum á tí er. v21 Og tann, ið svør við templið, hann svør við tað og við hann, sum í tí býr. v22 Og tann, ið svør við himmalin, hann svør við hásæti Guðs og við hann, sum í tí situr. v23 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit tíggjunda myntu og dild og kumman, og leggja tað eftir, ið vegur meira í lógini, rættferð og miskunn og trúskap. Hetta átti at verið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. v24 Tykkara blindu vegleiðarar! Tit, ið síla mýggjabitið frá, men gloypa kamelinum! v25 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit reinsa bikarið og fatið uttan; men innan eru tey full av ráni og óhógvi. v26 Tín blindi Fariseari! Reinsa fyrst bikarið og fatið innan, til tess at tey eisini kunnu verða rein uttan. v27 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. v28 Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti. v29 Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: v30 «Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.» v31 Soleiðis geva tit tykkum sjálvum tann vitnisburð, at tit eru synir teirra, ið drópu profetarnar. v32 Fyllið tá eisini tit málið hjá fedrum tykkara! v33 Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi?
Dómsorð yvir Jerúsalem
v34 Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; v35 til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. v36 Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. v37 Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. v38 Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. v39 Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: «Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» »