|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 15
Hin burturmisti seyðurin
v1
Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann.
v2
Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: «Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.»
v3
Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði:
v4
«Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann?
v5
Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar;
v6
og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: «Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.»
v7
Eg sigi tykkum: Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.
Hin burturmista drakman
v8
Ella hvør kona, sum hevur tíggju drakmur og missir eina drakmu, tendrar ikki ljós og sópar húsið og leitar væl, inntil hon finnur hana?
v9
Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: «Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.»
v10
Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.»
Hin burturfarni sonurin
v11
Og hann segði: «Ein maður átti tveir synir.
v12
Og hin yngri teirra segði við faðirin: «Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast.
v13
Og hann býtti góðsið millum teirra. Og ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt saman og fór burtur í eitt fjarlagið land, og har oyddi hann burtur ogn sína í einum óryggiligum levnaði.
v14
Men tá ið hann hevði forkomið øllum burtur, kom hørð hungursneyð um hetta sama land, og hann fór at líða neyð.
v15
Og hann fór til ein bónda har í landinum og helt seg aftrat honum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
v16
Og hann vildi fegin fylla búk sín av tí dravi, sum svínini ótu; men eingin gav honum nakað.
v17
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: «Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri!
v18
Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær;
v19
ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?» »
v20
Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.
v21
Men sonurin segði við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.»
v22
Men faðirin segði við húskallar sínar: «Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar;
v23
og farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar!
v24
Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.» Og teir tóku at halda sær á gaman.
v25
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini; og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi hann spæl og dans.
v26
Og hann rópaði ein av húskøllunum til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða.
v27
Men hann segði við hann: «Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.»
v28
Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bað hann.
v29
Men hann svaraði og segði við faðirin: «Sí, í so mong ár havi eg nú tænt tær, og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum mínum!
v30
Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin, sum hevur oytt burtur ognir tínar við skøkjum, nú drepur tú gøðingarkálvin til hansara!»
v31
Men hann segði við hann: «Sonur mín, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
v32
men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og at verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.»
|