Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 22
Svikaráð Judasar
v1 Men hátíð hinna ósúrgaðu breyða, sum tey kalla páskir, nærkaðist. v2 Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu løgdu ráð saman um, hvussu teir skuldu fáa tikið hann av døgum; tí at teir ræddust fólkið. v3 Men Sátan fór í Judas, sum kallaður var Iskarjot og var ein í tali teirra tólv; v4 og hann fór og fann høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar á máli um, hvussu hann skuldi fáa hann givnan upp til teirra. v5 Og teir vórðu glaðir og lovaðu at geva honum pening. v6 Og hann tók við og royndi nú at fáa føri til at geva hann upp til teirra so stillisliga, at ongan vardi.
Páskamáltíðin og hin heilaga kvøldmáltíðin
v7 Men dagurin fyri hinum ósúrgaðu breyðunum kom, tá ið páskalambið átti at verða dripið; v8 og hann sendi Pætur og Jóhannes avstað og segði: «Farið og gerið okkum páskalambið til, so at vit kunnu halda máltíð!» v9 Men teir søgdu við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera tað til?» v10 Men hann segði við teir: «Sí, tá ið tit koma inn í staðin, man ein maður møta tykkum, sum ber eina krukku av vatni. Honum skulu tit fylgja at teimum húsunum, sum hann fer inn í; v11 og so skulu tit siga við húsbóndan í húsunum: «Meistarin letur siga tær: Hvar er herbergið, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» v12 Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan; har skulu tit gera tað til.» v13 Og teir fóru og funnu tað alt soleiðis, sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til. v14 Og tá ið tímin kom, settist hann til borðs og ápostlarnir við honum. v15 Og hann segði við teir: «Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum, áðrenn eg líði; v16 tí at eg sigi tykkum, at eg skal onga tíð meira eta tað, fyrr enn tað verður fullbúgvið í Guðs ríki.» v17 Og hann tók ein kalik, takkaði og segði: «Takið henda og skiftið hann ímillum tykkara; v18 tí at eg sigi tykkum, eg skal frá hesi stund ikki drekka av fruktum víntræsins, fyrr enn Guðs ríki kemur.» v19 Og hann tók breyð, takkaði, breyt tað og gav teimum tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!» v20 Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum. v21 Men sí, hond hansara, sum meg svíkur, er her hjá mær við borðið. v22 Tí at fullvæl fer menniskjusonurin burtur, eftir tí sum tilskilað er; men vei tí manni, sum hann verður svikin av!» v23 Og teir tóku at spyrja hvør annan sín ámillum um, hvør teirra tað mundi vera, sum hetta mundi fara at gera.
Tænarin er størstur; Jesus boðar avnoktan Pæturs
v24 Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur. v25 Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn. v26 Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir. v27 Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir. v28 Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum. v29 Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað, v30 fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir. v31 Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. v32 Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.» v33 Men hann segði við hann: «Harri, við tær eri eg til reiðar at fara bæði í fangahús og í deyða.» v34 Men hann segði: «Eg sigi tær, Pætur: hanin man ikki gala í dag, fyrr enn tú tríggjar ferðir hevur noktað fyri, at tú kennir meg.»
Tey tvey svørðini
v35 Og hann segði við teir: «Tá ið eg sendi tykkum út uttan pung og klæðsekk og skógvar, vantaði tykkum tá nakað?» Og teir søgdu: «Nei, einki.» v36 Men hann segði við teir: «Men nú skal tann, sum hevur pung, taka hann við sær, somuleiðis eisini klæðsekk; og tann, sum einki svørð hevur, skal selja kappa sín og keypa eitt. v37 Tí at eg sigi tykkum: Tað sum skrivað er, eigur at ganga út við mær, hetta: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn;» tí at tað líður móti endanum hjá mær.» v38 Men teir søgdu: «Harri, sí, her eru tvey svørð.» Og hann segði við teir: «Tað er nóg nógv.»
Getsemane
v39 Og hann gekk út og fór sum hann var vanur til Oljufjallið; og lærusveinarnir fylgdust eisini við honum. v40 Og tá ið hann var komin á staðin, segði hann við teir: «Biðið, at tit ikki mega koma í freisting!» v41 Og hann fór frá teimum okkurt um eitt steinkast og legðist á knæ og bað og segði: v42 «Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!» v43 Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann. v44 Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. v45 Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega. v46 Og hann segði við teir: «Hví sova tit? Standið upp og biðið, fyri at tit ikki mega koma í freisting!»
Jesus tikin á hondum
v47 Meðan hann enn talaði, sí, tá kom ein skari; og hann, sum æt Judas, ein av teimum tólv, gekk á odda, og hann nærkaðist Jesusi til at kyssa hann. v48 Men Jesus segði við hann: «Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi?» v49 Men tá ið teir, sum hjá honum vóru, sóu, hvussu tað mundi fara at ganga, søgdu teir: «Harri, skulu vit sláa til við svørði?» v50 Og ein teirra legði til tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi høgra oyrað av honum. v51 Men Jesus tók til orða og segði: «Latið tað nú vera nóg mikið!» Og hann nam við oyrað á honum og grøddi hann. v52 Og Jesus segði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar fyri halgidóminum og hinar elstu, sum vóru komnir út eftir honum: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum. v53 Tá ið eg dag og dagliga var hjá tykkum í halgidóminum, tá rættu tit ikki út hendurnar ímóti mær; men hetta er tykkara tími og vald myrkursins.»
Avnoktan Pæturs
v54 Og teir løgdu hendur á hann og fóru avstað við honum og førdu hann inn í húsini hjá høvuðsprestinum; men Pætur fylgdi langt aftaná. v55 Og tá ið teir høvdu kynt upp ein eld í miðjum garðinum og vóru setstir uttan um hann, settist Pætur millum teirra. v56 Men ein arbeiðiskona sá hann sita í eldglæmuni, og hon stardi upp á hann og segði: «Hesin var eisini við honum.» v57 Men hann avnoktaði hann og segði: «Eg kenni hann ikki, kvinna!» v58 Og eitt sindur seinni sá ein annar hann og segði: «Tú ert eisini ein teirra!» Men Pætur segði: «Maður, eg eri tað ikki!» v59 Og tá ið okkurt um ein tími var liðin, helt ein annar tað fyri vist og segði: «Sanniliga var hesin maðurin eisini við honum; tí at hann er jú eisini Galileingur.» v60 Men Pætur segði: «Maður, eg fati ikki, hvat tú sigur.» Og í sama viðfangi, meðan hann enn talaði, gól hanin. v61 Og Harrin vendi sær á og leit til Pæturs. Og orð Harrans rann Pæturi í huga, tá ið hann segði við hann: «Áðrenn hanin gelur í dag, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.» v62 Og hann fór útum og græt sáran.
Jesus spottaður og í forhoyr hjá ráðnum
v63 Og teir menn, sum hildu Jesusi, háðaðu hann og slógu hann. v64 Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: «Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?» v65 Og mong onnur tílík spottorð talaðu teir til hansara. v66 Og tá ið tað var liðið út ímóti degi, kom fólksins elstaráð saman og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu, og teir førdu hann fram fyri ráðsamkomu sína, v67 og søgdu: «Ert tú Kristus, tá sig okkum tað!» Men hann segði við teir: «Um eg sigi tykkum tað, tá trúgva tit tí ikki; v68 og um eg spyrji, tá svara tit mær ikki. v69 Frá hesi stund skal menniskjusonurin eiga sæti við høgru hond Guðs kraftar.» v70 Og teir søgdu allir: «Ert tú tá sonur Guðs?» Men hann segði við teir: «Tit siga tað, tí at eg eri tað.» v71 Men teir søgdu: «Hvat nýtist okkum longur vitnisburðir? Tí at vit hava sjálvir hoyrt tað av hansara egna munni.»