|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 3
Jóhannes doyparin prædikar, verður settur fastur
v1
Men á fimtanda stjórnarári Tiberiusar keisara, meðan Pontius Pilatus var landshøvdingi í Júdeu, og Heródes var fjórðingshøvdingi í Galileu, og Filippus bróðir hansara fjórðingshøvdingi í landspartinum Itureu og Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene,
v2
og meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar, tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini.
v3
Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jórdan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna,
v4
eins og skrivað stendur í spádómsbók Jesaja profets: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.
v5
Hvør ein lægd skal fyllast upp, og hvør ein hædd og hvør ein heygur skal javnast; og tað, ið krókut er, skal verða beinað, og tað, ið knortlut er, skal verða slættar gøtur;
v6
og alt hold skal síggja frelsu Guðs.»
v7
Hann segði tí við mannamúgvurnar, sum komu út til hansara at verða doyptar av honum: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini?
v8
Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: «Vit hava Ábraham til faðir;» tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum.
v9
Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum; hvørt tað træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður tá avhøgt og kastað í eldin.»
v10
Og mannamúgvurnar spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?»
v11
Men hann svaraði og segði við tey: «Tann, ið eigur tveir kyrtlar, býti við tann, ið ongan eigur; og tann, ið hevur mat, geri so við.»
v12
Men eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: «Meistari, hvat eiga vit at gera?»
v13
Men hann segði við teir: «Krevjið ikki meira enn tað, sum tykkum er lagt á!»
v14
Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Og hann segði við teir: «Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.»
v15
Men tá ið nú fólkið gekk í væntan, og tey øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, hvørt hann ikki mundi vera Kristus,
v16
tá svaraði Jóhannes og segði við øll: «Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg, og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.
v17
Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni fyri at tína allan sorn sín og goyma kornið saman í løðu síni; men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»
v18
Og eisini við mongum øðrum áminningum bar hann fólkinum gleðiboðskapin.
v19
Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt,
v20
tá legði hann tað aftur at øllum hinum, at hann setti Jóhannes fastan.
Jesus doyptur
v21
Men meðan alt fólkið varð doypt, bar tað so á, tá ið Jesus eisini var vorðin doyptur og helt bøn, at himmalin opnaðist,
v22
og heilagi andin steig niður yvir hann í likamligum líki sum ein dúgva, og ein rødd kom av himli: «Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka.»
Ættartal Jesu
v23
Og sjálvur var Jesus okkurt um tríati ára gamal, tá ið hann byrjaði, og var, sum tey hildu, sonur Jósefs, sonar Eli,
v24
sonar Mattats, sonar Levi, sonar Melki, sonar Jannai, sonar Jósefs,
v25
sonar Mattatiasar, sonar Ámosar, sonar Náhums, sonar Esli, sonar Naggai,
v26
sonar Máats, sonar Mattatiasar, sonar Simei, sonar Jóseks, sonar Jóda,
v27
sonar Jóhanans, sonar Resa, sonar Serubábels, sonar Sealtiels, sonar Neri,
v28
sonar Melki, sonar Addi, sonar Kosams, sonar Elmadams, sonar Ers,
v29
sonar Jesu, sonar Eliesers, sonar Jórims, sonar Mattats, sonar Levi,
v30
sonar Símeons, sonar Júda, sonar Jósefs, sonar Jónams, sonar Eljakims,
v31
sonar Melea, sonar Menna, sonar Mattata, sonar Nátans sonar Dávids,
v32
sonar Ísai, sonar Óbeds, sonar Bóasar, sonar Salmons, sonar Naksons,
v33
sonar Amminadabs, sonar Ráms, sonar Hesrons, sonar Peresar, sonar Júda,
v34
sonar Jákups, sonar Ísaks, sonar Ábrahams, sonar Tára, sonar Nákors,
v35
sonar Seruks, sonar Rehu, sonar Peleks, sonar Ebers, sonar Sela,
v36
sonar Kenans, sonar Arpaksads, sonar Sems, sonar Nóa, sonar Lameks,
v37
sonar Metúsala, sonar Enoks, sonar Jareds, sonar Malálaels, sonar Kenans,
v38
sonar Enosar, sonar Sets, sonar Ádams, sonar Guðs.
|