|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 24
Jesu uppreisn
v1
Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til.
v2
Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.
v3
Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam.
v4
Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum.
v5
Og meðan tær vórðu ógvuliga skakkar og boygdu andlit síni til jarðar, søgdu teir við tær: «Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu?
v6
Hann er ikki her, men hann er risin upp. Minnist til, hvussu hann talaði við tykkum, meðan hann enn var í Galileu,
v7
og segði, at menniskjusonurin átti at verða givin upp í syndiga manna hendur og at verða krossfestur og at rísa upp á triðja degi.»
v8
Og orð hansara komu teimum í huga.
v9
Og tær vendu aftur frá grøvini og kunngjørdu alt hetta fyri teimum tólv og fyri øllum hinum.
v10
Men tað vóru tær Maria Magdalena og Jóhanna og Maria, móðir Jákups, og so hinar, sum vóru saman við teimum; tær søgdu ápostlunum frá hesum.
v11
Og teir hildu hesi tíðindi vera nakað møsn, sum ikki var farandi eftir, og teir trúðu ikki kvinnunum.
v12
Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent.
Jesus opinberar seg í Emmaus
v13
Og sí, tveir teirra vóru sama dagin á ferð til eina bygd, sum nevnist Emmaus og var seksti stádiur frá Jerúsalem;
v14
og á leiðini talaðu teir sín ámillum um alt hetta, ið tilborist hevði.
v15
Og tað hendi, meðan teir samtalaðu og skiftu orð um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fór í ferðini við teimum.
v16
Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so at teir kendu hann ikki.
v17
Og hann segði við teir: «Hvørjar eru tær samtalur, sum tit halda tykkara millum, meðan tit ganga?» og teir steðgaðu daprir í ásjón.
v18
Men annar teirra, sum æt Kleofas, svaraði og segði við hann: «Ert tú einsamallur ókunnigur í Jerúsalem og veitst ikki tað, sum har er hent í hesum døgum?»
v19
Og hann segði við teir: «Hvat tá?» Men teir søgdu við hann: «Viðvíkjandi Jesusi úr Nasaret, sum var ein profetur, mektigur í verki og í orði fyri Guði og fólkinum øllum,
v20
og hvussu høvuðsprestarnir og ráðsharrar okkara góvu hann inn undir deyðadóm og krossfestu hann.
v21
Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael. Men ið hvussu er, so er tað tó nú triði dagurin, síðan hetta barst til.
v22
Og so hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum í ørviti, av tí at tær árla vóru komnar at grøvini;
v23
og tá ið tær ikki funnu likam hansara, komu tær og søgdu, at tær høvdu eisini sæð eina sjón av einglum, sum søgdu hann liva.
v24
Og nakrir av feløgum okkara fóru út til grøvina, og funnu alt soleiðis vorðið, sum kvinnurnar høvdu sagt, men hann sóu teir ikki.»
v25
Og hann segði við teir: «O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað!
v26
Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?»
v27
Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum.
v28
Og teir nærkaðust bygdini, sum teir ætlaðu sær til; og hann lætst, sum hann ætlaði at fara longur.
v29
Men teir noyddu hann almikið og søgdu: «Verð hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar!» Og hann fór inn at verða hjá teimum.
v30
Og tað bar so á, meðan hann sat at borði við teimum, tók hann breyðið og vælsignaði og breyt tað og gav teimum.
v31
Tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann; men tá varð hann ósjónligur fyri teimum.
v32
Og teir søgdu hvør við annan: «Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?»
v33
Og teir fóru á føtur í teirri somu stund og vendu við aftur til Jerúsalem og funnu teir ellivu saman komnar og teir, sum við teimum vóru, sum søgdu:
v34
«Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.»
v35
Og hesir søgdu frá tí, sum hent var á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum, við tað at hann breyt breyðið.
Jesus opinberar seg fyri lærusveinunum
v36
Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: «Friður veri við tykkum!»
v37
Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda.
v38
Og hann segði við teir: «Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?
v39
Hyggið at hondum mínum og fótum mínum, at tað eri eg sjálvur! Nemið við meg og síggið, at ein andi hevur ikki hold og bein, soleiðis sum tit síggja meg hava.»
v40
Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar.
v41
Men tá ið teir enn ikki kundu trúgva fyri gleði og vóru fullir av undran, segði hann við teir: «Hava tit nakað etandi her?»
v42
Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku).
v43
Og hann tók tað og át tað, so teir sóu.
v44
Men hann segði við teir: «Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg.»
v45
Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar.
v46
Og hann segði við teir: «Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin,
v47
og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem.
v48
Tit eru vitni um hetta.
v49
Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.»
Himmalsferðin
v50
Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir.
v51
Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals).
v52
Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði.
v53
Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði.
|