|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 6
Jesus og hvíludagurin; lærusveinarnir slíta sær øks til matna
v1
Men tað bar so á hin næstfyrsta hvíludagin, at hann gekk tvørtur um ein akur, og lærusveinar hansara slitu øks, muldu tey við hondunum og ótu.
v2
Men nakrir av Farisearunum søgdu: «Hví gera tit tað, sum ikki eigur at verða gjørt ein hvíludag?»
v3
Og Jesus svaraði og segði við teir: «Hava tit tá ikki lisið tað, sum Dávid gjørdi ta ferðina, tá ið hann sjálvur og teir, sum við honum vóru, hungraðu?
v4
Hvussu hann fór inn í Guðs hús og tók sýnisbreyðini og át og gav eisini teimum, sum við honum vóru, tey, sum tað ikki er øðrum loyviligt at eta uttan prestunum einsamøllum?»
v5
Og hann segði við teir: «Menniskjusonurin er eisini hvíludagsins harri.»
Maður við visnari hond
v6
Men tað bar so á ein annan hvíludag, at hann kom inn í samkomuhúsið og lærdi. Og har var ein maður, og høgra hond hansara var visin.
v7
Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir góvu gætur eftir honum, um hann mundi grøða um hvíludagin, til tess at teir kundu finna okkurt at klaga hann fyri.
v8
Men hann visti hugsan teirra; og hann segði við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Reis teg upp og kom fram higar í miðjuna.» Og hann reistist og fór fram.
v9
Men Jesus segði við teir: «Eg spyrji tykkum, um tað er loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at týna tí?»
v10
Og hann hugdi runt íkring at teimum øllum og segði við mannin: «Rætt hondina fram!» Hann gjørdi so, og hond hansara varð frísk aftur.
v11
Men teir vóru heilt ovursintir og talaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus.
Jesus velur sær tólv ápostlar
v12
Men tað bar so á um hetta mundið, at hann fór niðan á fjallið at halda bøn, og hann var har alla náttina í bøn til Guðs.
v13
Og tá ið dagurin kom, kallaði hann lærusveinar sínar til sín og valdi út tólv av teimum, sum hann eisini nevndi ápostlar:
v14
Símun, sum hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, og Jákup og Jóhannes og Filippus og Bartolomeus
v15
og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Símun, sum tey kalla Zelotes,
v16
og Judas, son Jákups, og Judas Iskarjot, sum varð svikari.
Jesus grøðir sjúk
v17
Og hann fór oman við teimum og steðgaði á einum slætta, og har var tá ein stórur flokkur av lærusveinum hansara og ein stór mongd av fólki úr allari Júdeu og Jerúsalem og frá sjóvarbygdunum við Týrus og Sidon, sum komin vóru at hoyra hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum.
v18
Og tey, ið plágað vóru av óreinum andum, vórðu grødd;
v19
og øll mannfjøldin royndi at sleppa at nema við hann, tí at ein kraft gekk út frá honum og grøddi øll.
Sælir eru ... vei tykkum ...
v20
Og hann hevjaði upp eygu síni og leit at lærusveinum sínum og segði: «Sælir eru tit, fátækir, tí at tykkara er Guðs ríki.
v21
Sælir eru tit, sum nú líða hungur, tí at tit skulu verða mettir. Sælir eru tit, sum nú gráta, tí at tit skulu læa.
v22
Sælir eru tit, tá ið menn hata tykkum, og tá ið teir koyra tykkum út og háða tykkum og vanvirða navn tykkara sum eitt, ið ilt er, fyri menniskjusonarins skuld.
v23
Fegnist á tí degi og leypið av gleði, tí sí, mikil er løn tykkara í himli; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar.
v24
Men vei tykkum, tit ríku, tí at tit hava longu tikið upp uggan tykkara.
v25
Vei tykkum, tit sum nú eru mettir, tí at tit skulu líða hungur. Vei tykkum, sum nú læa, tí at tit skulu syrgja og gráta.
v26
Vei tykkum, tá ið allir menn tala væl um tykkum; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við hinar følsku profetarnar.
Elskið fíggindar tykkara
v27
Men tykkum, sum á meg lýða, sigi eg: «Elskið fíggindar tykkara, gerið væl móti teimum, ið hata tykkum;
v28
vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum, og biðið fyri teimum, sum illkenna tykkum.
v29
Slær onkur teg undir annan vangan, tá bjóða honum eisini hin; og tekur onkur kappa tín, tá meina honum ikki at taka kyrtilin við.
v30
Gev hvørjum, sum biður teg; og tann, sum tekur tað, sum títt er, skalt tú ikki krevja eftir tí.
v31
Og eins og tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini somuleiðis gera móti teimum.
v32
Og um tit elska tey, sum tykkum elska, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar elska eisini tey, sum teir elska.
v33
Og um tit gera væl móti teimum, sum gera væl móti tykkum, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar gera eisini tað sama.
v34
Og um tit læna teimum, sum tit vænta at fáa aftur frá, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar læna eisini syndarum fyri at fáa líka nógv aftur.
v35
Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu.
v36
Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.
Dømið ikki
v37
Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið.
v38
Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.»
v39
Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Man blindur fáa leitt blindan? Munnu teir ikki báðir falla í veitina?
v40
Ikki er ein lærusveinur yvir meistara sínum; men ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara.
v41
Men hví sært tú flísina, sum er í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?
v42
Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: Bíða, bróðir, lat meg taka flísina út úr eyga tínum; tú sum sjálvur ikki sært bjálkan í tínum egna eyga? Tín falsari, tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum.
Fruktirnar
v43
Tí einki gott træ er til, sum ber ringa frukt; og heldur einki ringt træ er til, sum ber góða frukt.
v44
Tí at hvørt eitt træ kennist av síni egnu frukt; tí at tey henta ikki fikur av tornum, og heldur ikki heysta tey vínber av tornarunni.
v45
Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av.
Tvey hús
v46
Men hví kalla tit meg: Harra, harra, og gera ikki tað, sum eg sigi?
v47
Hvør tann, sum kemur til mín og hoyrir orð míni og ger eftir teimum – eg skal sýna tykkum, hvørjum hann er líkur:
v48
Hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús og gróv djúpt niður á botn og legði grundina á klett; og tá ið áarføri kom, skolaði vatnflóðin móti hesum húsi, men fekk ikki vikað tí, av tí at tað var væl bygt.
v49
Men tann, sum hoyrir og ikki ger eftir tí, hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús oman á jørðini við ongari grund undir; vatnflóðin skolaði móti tí og tað rapaði alt fyri eitt, og stórt var fallið á hesum húsi.»
|