|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 21
Hin fátæka einkjan
v1
Men tá ið hann hugdi upp, sá hann rík leggja gávur sínar í tempulkistuna;
v2
og hann sá eina fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í.
v3
Og hann segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan legði meira í enn øll hini;
v4
tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.»
Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína
v5
Og tá ið nakrir søgdu um halgidómin, at hann var prýddur við vøkrum steinum og vígdum gávum, segði hann:
v6
«Hetta, sum tit síggja – teir dagar skulu koma, tá ið her ikki skal liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.»
v7
Men teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, nær man hetta fara at verða, og hvat er tekinið, tá ið hetta fer at henda?»
v8
Men hann segði: «Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg» og «tíðin er í nánd.» Men fylgið teimum ikki!
v9
Men tá ið tit hoyra um bardagar og uppreist, tá óttist ikki; tí at hetta má henda fyrst, men endin er ikki tá við tað sama.»
v10
Tá segði hann við teir: «Fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki og ríki móti ríki;
v11
og stórir landskjálvtar skulu verða og á ymsum støðum hungur og drepsóttir; og øgiligir tilburðir skulu verða og mikil tekin av himni.
v12
Men undan øllum hesum skulu tey leggja hendur á tykkum og forfylgja tykkum og geva tykkum upp í samkomuhús og fangahús og draga tykkum inn fyri kongar og landshøvdingar fyri navns míns skuld.
v13
Hetta skal koma at verða tykkum til vitnisburðar.
v14
Leggið tykkum tí tað í huga, at tykkum ikki frammanundan nýtist at hugsa um, hvussu tit skulu svara fyri tykkum.
v15
Tí at eg vil geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera mentir at standa ímóti ella mótmæla.
v16
Men tit skulu verða sviknir eisini av foreldrum og brøðrum og frændum og vinum, og summum av tykkum skulu tey veita bana;
v17
og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir.
v18
Men ikki skal tó hár á høvdi tykkara skalast.
v19
Við áhaldni tykkara skulu tit vinna sálir tykkara.
v20
Men tá ið tit síggja Jerúsalem umringað av herliðum, tá vitið, at tess oyðing er í nánd.
v21
Tá flýggi tey, sum eru í Júdeu, til fjals, og tey, sum eru inni í staðinum, rými út, og tey, sum eru úti á markini, vendi ikki inn aftur í staðin.
v22
Tí at hetta eru revsingardagar, tá ið alt skal ganga út, sum skrivað er.
v23
Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Tí at stór neyð skal tá verða í landinum og vreiði yvir hesum fólki.
v24
Og tey skulu falla fyri svørðseggjum og hertikin verða førd burtur til øll heiðin fólk; og Jerúsalem skal verða undirtraðkað av heidningum, inntil heidninganna tíðir eru lidnar.
v25
Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta,
v26
meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur.
v27
Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.
v28
Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.»
v29
Og hann segði teimum eitt líknilsi: «Hyggið at fikutræinum og øllum trøum;
v30
tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd.
v31
Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd.
v32
Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent.
v33
Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga.
v34
Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara;
v35
tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring.
v36
Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!»
v37
Um dagarnar lærdi hann í halgidóminum, men um næturnar fór hann út og hevði tilhald á tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið.
v38
Og alt fólkið kom tíðliga á morgni til hansara í halgidóminum til at lýða á hann.
|