|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 10
Jesus, hin góði hirðin
v1
«Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður.
v2
Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum.
v3
Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum.
v4
Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara.
v5
Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.»
v6
Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um.
v7
Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum.
v8
Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki.
v9
Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.
v10
Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.
v11
Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.
v12
Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur,
v13
av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar.
v14
Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg,
v15
eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar.
v16
Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.
v17
Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur.
v18
Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.»
v19
Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum.
v20
Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?»
v21
Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?»
Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum; men Jødar siga hann at spotta Guð
v22
So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur.
v23
Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons.
v24
Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!»
v25
Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg;
v26
men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum.
v27
Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,
v28
og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.
v29
Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins.
v30
Eg og faðirin eru eitt.»
v31
Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann.
v32
Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?»
v33
Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.»
v34
Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar!
v35
Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast,
v36
siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs!
v37
Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki.
v38
Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.»
v39
Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.
Jesus í Pereu
|