|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 17
Høvuðsprestabønin. Jesus biður fyri sær sjálvum
v1
Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg;
v2
eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív.
v3
Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.
v4
Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera;
v5
og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.
Jesus biður fyri lærusveinunum
v6
Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt.
v7
Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær;
v8
tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg.
v9
Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir;
v10
og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum.
v11
Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit.
v12
Tá ið eg var hjá teimum, varðveitti eg teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, og eg vardi teir, og eingin teirra glataðist uttan glatanarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út.
v13
Men nú komi eg til tín; og hetta tali eg í heiminum, til tess at teir skulu hava gleði mína fullkomna í sær sjálvum.
v14
Eg havi givið teimum orð títt; og heimurin hevur hatað teir, av tí at teir ikki eru av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum.
v15
Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.
v16
Teir eru ikki av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum.
v17
Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki.
v18
Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin;
v19
og eg halgi meg sjálvan fyri teir, til tess at eisini teir skulu verða halgaðir í sannleika.
Jesus biður fyri øllum trúgvandi
v20
Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg,
v21
at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg.
v22
Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt,
v23
eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg.
v24
Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður.
v25
Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg.
v26
Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.»
|