|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 11
Jesus vekur upp Lázarus
v1
Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í.
v2
Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur.
v3
Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.»
v4
Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: «Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.»
v5
Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus.
v6
Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var.
v7
Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: «Latum okkum fara aftur til Júdeu!»
v8
Lærusveinarnir siga við hann: «Rabbi, nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!»
v9
Jesus svaraði: «Eru ikki tólv tímar í deginum? Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi;
v10
men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.»
v11
Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: «Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.»
v12
Lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.»
v13
Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svøvnhvíldina.
v14
Tí segði Jesus teimum tá beint fram: «Lázarus er deyður!
v15
Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!»
v16
Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos (tað merkir: tvíburður) við samlærusveinar sínar: «Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!»
v17
Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini.
v18
Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani.
v19
Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin.
v20
Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima.
v21
Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.
v22
Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.»
v23
Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.»
v24
Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.»
v25
Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr;
v26
og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?»
v27
Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.»
v28
Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.»
v29
Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara.
v30
Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum.
v31
Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har.
v32
Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.»
v33
Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði:
v34
«Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!»
v35
Jesus feldi tár.
v36
Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!»
v37
Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?»
v38
Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí.
v39
Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.»
v40
Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?»
v41
Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg.
v42
Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.»
v43
Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!»
v44
Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»
Kajfas mælir til at drepa Jesus
v45
Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann.
v46
Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt.
v47
Høvuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og søgdu: «Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin?
v48
Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.»
v49
Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvuðsprestur tað árið, segði við teir:
v50
«Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.»
v51
Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið;
v52
og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu børn.
v53
Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann.
Jesus í Efraim
v54
Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jødanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimørkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum.
v55
Men páskir hjá Jødum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg.
v56
Teir leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: «Hvat halda tit? Man hann ikki fara at koma til hátíðina?»
v57
Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann.
|