|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 4
Sámáriukonan
v1
Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes,
v2
– tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara –
v3
tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu.
v4
Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu.
v5
Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum.
v6
Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma.
v7
Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!»
v8
Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat.
v9
Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –.
v10
Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.»
v11
Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið?
v12
Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?»
v13
Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur;
v14
men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.»
v15
Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.»
v16
Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!»
v17
Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.» Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann;
v18
tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.»
v19
Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur.
v20
Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.»
v21
Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin.
v22
Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum.
v23
Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir.
v24
Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.»
v25
Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.»
v26
Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.»
v27
Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. Tó segði eingin: «Hvørjum spyrt tú eftir?» ella: «Hví talar tú við hana?»
v28
Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini:
v29
«Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?»
v30
Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara.
v31
Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og søgdu: «Rabbi, fá tær at eta.»
v32
Men hann segði við teir: «Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.»
v33
Lærusveinarnir søgdu tá hvør við annan: «Man nakar hava borið honum at eta?»
v34
Jesus sigur við teir: «Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara.
v35
Siga tit ikki: «Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?» Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar.
v36
Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi.
v37
Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: «Ein sáar, annar sker.»
v38
Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.»
v39
Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: «Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.»
v40
Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar.
v41
Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara.
v42
Og við konuna søgdu teir: «Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.»
Sonur kongsmansins
v43
Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu.
v44
Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi.
v45
Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir høvdu sæð alt tað, sum hann hevði gjørt í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina.
v46
Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá.
v47
Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja.
v48
Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.»
v49
Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!»
v50
Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað.
v51
Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi.
v52
Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.»
v53
Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.
v54
Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjørdi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu.
|