|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 6
Jesus gevur 5000 mat
v1
Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið.
v2
Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku.
v3
Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum.
v4
Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd.
v5
Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?»
v6
Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera.
v7
Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.»
v8
Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann:
v9
«Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?»
v10
Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali.
v11
Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava.
v12
Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!»
v13
Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið.
v14
Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.»
v15
Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi.
Jesus gongur eftir vatninum
v16
Men tá ið komið var at kvøldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum,
v17
og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra.
v18
Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur.
v19
Tá ið teir nú høvdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust.
v20
Men hann sigur við teir: «Tað eri eg, ræðist ikki!»
v21
Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót.
Jesus talar um lívsins breyð
v22
Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir;
v23
– men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjørt takkargerð.
v24
Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi.
v25
Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, søgdu tey við hann: «Rabbi, nær komst tú higar?»
v26
Jesus svaraði teimum og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
v27
Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.»
v28
Teir søgdu tí við hann: «Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?»
v29
Jesus svaraði og segði við teir: «Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.»
v30
Teir søgdu tá við hann: «Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? Hvat arbeiði gert tú?
v31
Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.»
v32
Tá segði Jesus við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni.
v33
Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.»
v34
Tá søgdu teir við hann: «Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!»
v35
Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.
v36
Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki.
v37
Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.
v38
Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
v39
Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi.
v40
Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.»
v41
Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.»
v42
Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» »
v43
Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum!
v44
Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
v45
Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.
v46
Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin.
v47
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.
v48
Eg eri lívsins breyð.
v49
Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu.
v50
Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.
v51
Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»
v52
Tá trættu Jødarnir sín ámillum og søgdu: «Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?»
v53
Jesus segði tá við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum.
v54
Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
v55
Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur.
v56
Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum.
v57
Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín.
v58
Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.»
v59
Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum.
Úrslit av taluni; játtan Pæturs
v60
Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?»
v61
Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: «Taka tit tykkum meinboga av hesum?
v62
Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður?
v63
Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
v64
Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.» Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør tann var, sum skuldi svíkja hann.
v65
Og hann segði: «Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.»
v66
Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum.
v67
Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?»
v68
Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs;
v69
og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.»
v70
Jesus svaraði teimum: «Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? Og ein tykkara er ein djevul.»
v71
Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv.
|