|
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 19
Jesus tornakrýndur og dømdur
v1
Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann.
v2
Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann,
v3
og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið.
v4
Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.»
v5
Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: «Sí, her er maðurin!»
v6
Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: «Krossfest, krossfest!» Pilatus sigur við teir: «Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.»
v7
Jødarnir svaraðu honum: «Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.»
v8
Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann;
v9
og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: «Hvaðan ert tú?» Men Jesus gav honum einki svar.
v10
Pilatus sigur tá við hann: «Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?»
v11
Jesus svaraði honum: «Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. Tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.»
v12
Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. Men Jødarnir rópaðu og søgdu: «Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.»
v13
Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist «á steinsettum» (á hebráiskum máli: Gabbata).
v14
Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. Og hann sigur við Jødarnar: «Sí, har er kongur tykkara!»
v15
Tá rópaðu teir: «Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!» Pilatus sigur við teir: «Skal eg krossfesta kong tykkara?» Høvuðsprestarnir svaraðu: «Vit hava ongan kong uttan keisaran.»
v16
Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur.
Golgata
v17
Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata.
v18
Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni.
v19
Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.»
v20
Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli.
v21
Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: «Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna.»
v22
Pilatus svaraði: «Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.»
v23
Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum.
v24
Teir søgdu tí hvør við annan: «Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;» tí at skriftin skuldi ganga út: «Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.» Hetta gjørdu nú hermenninir.
v25
Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena.
v26
Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: «Kvinna, har er sonur tín!»
v27
Síðan sigur hann við lærusveinin: «Sí, har er móðir tín!» Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín.
v28
Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: «Eg eri tystur.»
v29
Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni.
v30
Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: «Tað er fullgjørt!» Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.
Spjótstingurin
v31
Við tað at tað var atfangadagur og fyri tann skuld at likamini ikki skuldu verða hangandi á krossinum um hvíludagin, tí at tann hvíludagurin var mikil, bóðu nú Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum máttu verða brotin sundur, og at tey máttu verða tikin niður.
v32
Hermenninir fóru tí og brutu beinini bæði í hinum fyrra og hinum øðrum, sum hevði verið krossfestur saman við honum.
v33
Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara.
v34
Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr.
v35
Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva.
v36
Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: «Bein skal ikki verða brotið í tí.»
v37
Og upp aftur sigur eitt annað skriftorð: «Teir skulu líta til hansara, sum teir stungu.»
Jesus jarðaður
v38
Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara.
v39
Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe.
v40
Teir tóku nú Jesu likam og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, soleiðis sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar.
v41
Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í.
v42
Har løgdu teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við tað at grøvin var nær.
|