Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 15
Víntræið og greinarnar
v1 «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. v2 Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. v3 Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. v4 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. v5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. v6 Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna. v7 Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. v8 Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.
Kærleiksboðið
v9 Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. v10 Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. v11 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. v12 Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum. v13 Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. v14 Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. v15 Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum. v16 Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávøkst, og at ávøkstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum. v17 Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan.
Heimsins hat
v18 Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. v19 Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum. v20 Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara. v21 Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, tí at teir ikki kenna hann, sum sendi meg. v22 Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir onga avsakan fyri synd sína. v23 Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín. v24 Hevði eg ikki gjørt slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín. v25 Men tað er tí, at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út: Teir hataðu meg uttan orsøk. v26 Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. v27 Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.»