Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 12
Maria salvar Jesus í Betániu
v1 Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. v2 Tey gjørdu nú har eina kvøldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. v3 Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði føturnar á Jesusi og turkaði føtur hansara við hári sínum. Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum. v4 Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: v5 «Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?» v6 Men hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men tí at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann. v7 Tá segði Jesus: «Lat hana fáa frið! Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; v8 tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.» v9 Nú fekk ein stórur skari av Jødunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum. v10 Men høvuðsprestarnir løgdu upp ráð um at drepa Lázarus við, v11 tí at fyri hansara skuld mangir av Jødunum fóru og trúðu á Jesus.
Jesus ríður inn í Jerúsalem
v12 Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, v13 tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: «Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.» v14 Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: v15 «Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!» v16 Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir høvdu gjørt hetta fyri honum. v17 Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grøvini og vakt hann upp frá deyðum. v18 Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, tí at tey høvdu hoyrt, at hann hevði gjørt hetta tekin. v19 Tá søgdu Fariseararnir sín ámillum: «Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. Sí, allur heimurin eltir hann!»
Jesu orð til Grikka um deyða sín
v20 Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bøn um hátíðina, vóru nakrir Grikkar. v21 Teir komu nú til Filippusar, hann sum var úr Betsajdu í Galileu, og bóðu hann og søgdu: «Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus.» v22 Filippus kemur og sigur tað við Andrias. Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus. v23 Men Jesus svarar teimum og sigur: «Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur. v24 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. v25 Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. v26 Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. v27 Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. v28 Faðir, ger dýrmett navn títt!» Tá kom rødd av himni: «Bæði havi eg gjørt tað dýrmett og skal aftur gera tað dýrmett!» v29 Men skarin, sum stóð har og hoyrdi hetta, segði, at toran hevði gingið. Aðrir søgdu: «Ein eingil talaði til hansara.» v30 Jesus svaraði og segði: «Ikki mín vegna, men heldur tykkara vegna kom henda røddin. v31 Nú gongur dómur yvir henda heimin, nú skal høvdingin í hesum heimi verða kastaður út. v32 Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín.» v33 Men hetta segði hann fyri at merkja, hvønn deyða hann skuldi doyggja. v34 Mannaskarin svaraði honum tá: «Vit hava hoyrt av lógini, at Kristus skal verða verandi allar ævir, og hvussu kanst tú tá siga, at menniskjusonurin eigur at verða upphevjaður? Hvør er hesin menniskjusonurin?» v35 Tá segði Jesus við teir: «Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. v36 Meðan tit hava ljósið, tá trúgvið á ljósið, til tess at tit mega verða børn ljósins!» Hetta talaði Jesus og hann fór avstað og fjaldi seg fyri teimum.
Forherðingin í fólkinum samsvarar við spádóm Jesaja profets
v37 Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann, v38 til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum? Og hvørjum varð armur Harrans opinberur?» v39 Tess vegna kundu tey ikki trúgva, tí at Jesaja hevur á øðrum staði sagt: v40 «Hann hevur blindað eygu teirra og hert hjørtu teirra, til tess at teir ikki síggja við eygunum og ikki skilja við hjartanum og venda við, so eg kann grøða teir.» v41 Hetta segði Jesaja, tá ið hann sá dýrd hansara og talaði um hann. v42 Kortini trúðu tó mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; v43 tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guðs æru. v44 Men Jesus rópaði og segði: «Tann, sum trýr á meg, hann trýr ikki á meg, men á hann, sum sendi meg; v45 og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg. v46 Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. v47 Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. v48 Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi. v49 Tí at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men faðirin, sum sendi meg, hevur skipað mær fyri, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala. v50 Og eg veit, at fyriskipan hansara er ævigt lív. Tað, sum eg tí tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevur sagt mær.»