|
Ápostlasøgan, kapittul 14
Paulus og Barnabas prædika í Ikonium
v1
Men tað bar so til í Ikonium, at teir saman fóru inn í samkomuhúsið hjá Jødum og talaðu so, at stór fjøld bæði av Jødum og Grikkum tóku við trúgv.
v2
Men Jødarnir, sum vóru vantrúnir, østu upp heidningarnar og settu ilt í hugan á teimum móti brøðrunum.
v3
Teir dvaldust tá har eina langa tíð og talaðu við góðum treysti í Harranum, sum gav orðinum um náði sína vitnisburð, við tað at hann læt tekin og undur henda við hondum teirra.
v4
Men fjøldin av fólkinum í bygdini býtti seg sundur í tveir partar, og summi hildu við Jødunum, summi við ápostlunum.
Paulus og Barnabas prædika í Lýstru; har verða teir hildnir at vera gudar
v5
Men tá ið nú gjørdist árend bæði av heidningunum og Jødunum og av yvirmonnum teirra við, fyri at fara vanvirðisliga við teimum og steina teir,
v6
tá flýddu teir, tá ið teir komust eftir tí, til bygdirnar Lýstru og Derbe í Lýkaóniu og landið har um vegir;
v7
og har boðaðu teir gleðiboðskapin.
v8
Og í Lýstru sat ein maður, sum var maktarleysur í fótunum, haltur frá móðurlívi, sum aldri hevði gingið.
v9
Hann hoyrdi Paulus tala; og tá ið hesin festi eygað á hann og sá, at hann hevði trúgv til tess, at hann kundi verða hjálptur,
v10
segði hann við harðari rødd: «Statt upprættur á føtur tínar!» Og hann sprakk upp og gekk.
v11
Men tá ið mannamúgvurnar sóu, hvat ið Paulus gjørdi, hevjaðu tey upp reyst sína og søgdu á lýkaóniskum máli: «Gudarnir eru í mannalíki stignir niður til okkara!»
v12
Og tey kallaðu Barnabas Zeus, men Paulus Hermes, av tí at tað var hann, sum førdi orðið.
v13
Og presturin fyri tað Zeustemplið, sum var uttan fyri staðin, kom við oksum og kransum at portrunum og ætlaði at ofra, og mannamúgvurnar við honum.
v14
Men tá ið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni sundur og lupu inn í mannamúgvuna og rópaðu
v15
og søgdu: «Menn, hví gera tit hetta? Vit eru eisini menniskjur, undir somu korum sum tit, og vit boða tykkum gleðiboðskapin um, at tit skulu venda tykkum frá hesum fáfongdu lutum til hin livandi Guð, sum gjørt hevur himmalin og jørðina og havið og alt, sum í teimum er;
v16
hann sum í fornum tíðum læt øll heiðin fólk ganga teirra egnu vegir;
v17
tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjørdi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjørtu tykkara við føði og fagnaði.»
v18
Og við at siga hetta var tað so, at teir fingu múgvurnar til at lata vera at ofra til teirra.
v19
Men so komu Jødar hagar frá Antiokíu og Ikonium, og teir fingu fólkið til at halda við sær, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út úr bygdini og hildu hann vera deyðan.
v20
Men meðan lærusveinarnir stóðu rundan um hann, reistist hann upp og gekk inn í bygdina; og dagin eftir fór hann við Barnabasi haðan til Derbe.
Paulus og Barnabas prædika í Derbe og venda aftur til Antiokíu
v21
Og tá ið teir høvdu boðað gleðiboðskapin har í bygdini og fingið nógv at vera lærusveinar, vendu teir aftur til Lýstru og Ikonium og Antiokíu.
v22
Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og søgdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir.
v23
Men tá ið teir fyri hvørt kirkjulið sær høvdu valt teimum elstar, lótu teir tey við føstu og bønagerð upp í hendur Harrans, sum tey trúðu á.
v24
Og teir fóru um Pisidiu og komu til Pamfýliu.
v25
Og tá ið teir høvdu talað orðið í Perge, fóru teir oman til Attaliu,
v26
og haðan sigldu teir til Antiokíu, haðan sum teir høvdu verið fingnir náði Guðs til tess at inna tann gerning, sum teir nú høvdu fullført.
v27
Og tá ið teir vóru komnir hagar og høvdu stevnt kirkjuliðinum saman, søgdu teir frá, hvørji stór verk Guð hevði gjørt við teimum, og at hann hevði latið upp trúar dyr fyri heidningunum.
v28
Og teir dvaldust har ikki so stutta tíð hjá lærusveinunum.
|