Aftur til forsíðuna
Ápostlasøgan, kapittul 26
Paulus heldur varnarrøðu frammi fyri Agrippa kongi
v1 Men Agrippa segði við Paulus: «Nú er tær loyviligt at tala um teg sjálvan.» Paulus rætti tá hondina út og flutti hesa varnarrøðu sína: v2 «Eg haldi meg lukkuligan, Agrippa kongur, tí at eg fyri tær í dag skal verja meg móti øllum tí, sum eg eri klagaður fyri av Jødum, v3 mest tí at tú ert kunnigur við allar siðir og øll trætumál hjá Jødum; tí biði eg teg at hoyra meg í tolni. v4 Levnað mítt líka frá ungdóminum, sum eg frá tí fyrsta havi livað millum fólk mítt og í Jerúsalem, vita allir Jødar um, v5 við tað at teir kenna meg áður líka frá fyrstu stund, um teir vilja vitna, at eg havi livað sum Fariseari, samsvarandi tí strangasta flokki í átrúnaði okkara. v6 Og nú standi eg her og verði søktur fyri vónina um ta fyrijáttan, sum av Guði varð givin fedrum okkara, v7 og sum okkara tólvættaða fólk við áhaldandi gudsdýrkan nátt og dag vónar at vinna fram til. Fyri hesa vón eri eg, kongur, klagaður av Jødum. v8 Hví skuldi tað verið hildið ótrúligt hjá tykkum, at Guð vekur upp deyð? v9 Eg fyri mín part helt, at eg átti at gera nógv ímót navni Jesu úr Nasaret, v10 sum eg eisini gjørdi í Jerúsalem, og eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess; v11 og víða um í øllum samkomuhúsum revsaði eg tey tíðum og noyddi tey at spotta; og eg var so út av lagi óður móti teimum, at eg elti tey líka til bygdirnar uttanlands. v12 Tá ið eg í hesum ørindum var á ferð til Damaskus við fullmakt og umboði frá høvuðsprestunum, v13 sá eg, kongur, mitt um dagin á veginum eitt ljós av himni, sum var bjartari enn sólarljómin, lýsa um meg og teir, sum vóru í ferðini við mær. v14 Og tá ið vit allir fullu til jarðar, hoyrdi eg eina rødd, sum segði við meg á hebráiskum máli: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær? Torført verður tær at spenna móti broddunum.» v15 Men eg segði: «Hvør ert tú, Harri?» Men Harrin segði: «Eg eri Jesus, sum tú søkir at. v16 Men reis teg upp og statt á føtur tínar; tí av teirri grund birtist eg fyri tær, at útvelja teg til tænara og til vitni bæði um tað, sum tú hevur sæð, og um tað, sum eg skal opinbera meg við fyri tær, v17 við tað at eg taki teg út úr fólkinum og út úr heidningunum, sum eg sendi teg til, v18 at lata upp eygu teirra, so at teir mega venda sær frá myrkri til ljós og frá Sátans valdi til Guðs, fyri at teir kunnu fáa syndafyrigeving og arvalut millum teirra, sum halgað eru við trúnni á meg.» v19 Av teirri grund, Agrippa kongur, gjørdist eg ikki ólýðin hini himmalsku sjón; v20 men eg boðaði fyrst fyri teimum í Damaskus og í Jerúsalem og um alt Júdeuland og fyri heidningunum, at tey skuldu skifta sinni og venda um til Guðs og gera gerningar, sum sáma umvendingini. v21 Fyri hesa søk løgdu Jødar hendur á meg í halgidóminum og royndu at taka meg av døgum. v22 Men av tí at eg havi fingið hjálp frá Guði, standi eg alt til henda dag og vitni bæði fyri smáum og stórum, við tað at eg ikki sigi annað enn tað, sum bæði profetarnir hava sagt skuldi henda og Móses: v23 at Kristus átti at líða, og at hann skuldi fyrstur av uppreisnini frá deyðum boða bæði fólkinum og heidningunum ljós.» v24 Og tá ið hann á henda hátt vardi seg, sigur Festus við harðari rødd: «Tú ert óður, Paulus! Hin mikli lærdómur tín ger teg óðan.» v25 Men Paulus sigur: «Ikki eri eg óður, mætasti Festus, men eg tali sonn og hyggin orð. v26 Tí at kongurin hevur greiðu á hesum, og til hansara tali eg við góðum treysti; tí at eg hugsi ikki, at nakað av hesum er dult fyri honum, tí at ikki hevur hetta tilborist í einum avbýli. v27 Trýrt tú profetunum, Agrippa kongur? Eg veit, at tú trýrt!» v28 Men Agrippa segði við Paulus: «Lítið heldur tú skal til at gera meg kristnan!» v29 Men Paulus segði: «Eg vildi ynskt til Guðs, um so lítið ella nógv skal til, at ikki bert tú, men eisini øll, sum hoyra meg í dag, kundu vorðið slík sum eg eri, hesar leinkjur undantiknar.» v30 Tá reistist kongurin og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu saman við teimum. v31 Og tá ið teir vóru farnir út, talaðu teir sín ámillum og søgdu: «Hesin maður ger einki, sum vert er deyða ella leinkjur.» v32 Men Agrippa segði við Festus: «Hesin maður kundi verið sleptur leysur, um hann ikki hevði skotið mál sítt til keisarans.»