Aftur til forsíðuna
Ápostlasøgan, kapittul 22
Paulus heldur varnartalu
v1 «Tit, brøður og feður! Lýðið nú á varnartalu mína til tykkara!» v2 Men tá ið teir hoyrdu hann tala til teirra á hebráiskum máli, vórðu teir enn meira kvirrir, og hann sigur: v3 «Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikíu, men aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, og eg var vandlátur fyri Guði, eins og tit allir eru í dag. v4 Og eg veitti hesum vegi atsókn líka til deyða, legði í leinkjur og gav upp í fangahús bæði menn og kvinnur, v5 soleiðis sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann geva mær vitnisburð um; frá teimum fekk eg enntá bræv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar og ætlaði at føra eisini tey, sum har vóru, bundin til Jerúsalem, at tey kundu verða revsað. v6 Men tað bar so á, meðan eg var á ferðini og nærkaðist Damaskus, at um middagsleitið eitt stórt ljós av himni dáttliga lýsti rundan um meg. v7 Og eg fell til jarðar og hoyrdi eina rødd, sum segði við meg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?» v8 Men eg svaraði: «Hvør ert tú, Harri?» Og hann segði við meg: «Eg eri Jesus úr Nasaret, sum tú søkir at.» v9 Teir, sum við mær vóru, sóu væl ljósið, men røddina, sum talaði til mín, hoyrdu teir ikki. v10 Men eg segði: «Hvat skal eg gera, Harri?» Men Harrin segði við meg: «Statt upp og far til Damaskus, og har skal tær verða sagt um alt tað, sum tær er ætlað at gera.» v11 Men við tað at eg ikki kundi síggja fyri ljómanum av hesum ljósinum, varð eg leiddur við hond av fylgismonnum mínum og kom inn til Damaskus. v12 Og ein, sum æt Ánanias, maður, sum óttaðist Guð eftir lógini, og sum hevði gott ummæli hjá øllum Jødum, ið har búðu, v13 kom til mín og stóð framman fyri mær og segði: «Saul, bróðir, hygg upp!» Og eg hugdi upp á hann í somu stund. v14 Men hann segði: «Guð fedra vára hevur valt teg út til at vita vilja sín og síggja hin rættvísa og hoyra reyst av munni hansara; v15 tí at tú skalt vera honum eitt vitni hjá øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt. v16 Og nú, hvørjum drálar tú eftir? Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar, og ákalla navn hansara!» v17 Og tað hendi meg, tá ið eg var komin aftur til Jerúsalem og helt bøn í halgidóminum, at eg varð frá mær sjálvum v18 og sá hann, og hann segði við meg: «Skunda tær og far sum skjótast út úr Jerúsalem, tí at teir fara ikki at taka móti vitnisburði tínum um meg.» v19 Og eg segði: «Harri, teir vita sjálvir, at tað var eg, sum setti føst og húðflongdi í samkomuhúsi eftir samkomuhús tey, ið trúðu á teg. v20 Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi.» v21 Og hann segði við meg: «Far, tí at eg skal senda teg til heidningarnar langt burtur!» »
Paulus loypir øði í Jødar, ið ætla at húðfleingja hann
v22 Teir lýddu á hann líka at hesum orði; men tá hevjaðu teir reyst sína og søgdu: «Takið ein slíkan mann burtur av jørðini; hann eigur ikki at sleppa at liva!» v23 Men tá ið teir nú gjørdust harðmæltir og skræddu klæðini av sær og blakaðu mold upp í loft, v24 beyð herhøvdingin at føra hann inn í borgina, og segði, at hann við húðfleinging skuldi verða tikin í forhoyr, fyri at hann kundi fáa at vita, av hvørji orsøk teir leikaðu so í móti honum. v25 Men tá ið teir høvdu bundið hann fyri at lemja hann við álunum, segði Paulus við tann høvuðsmannin, sum har stóð: «Hava tit loyvi at húðfleingja rómverskan mann, og tað ódømdan?» v26 Og tá ið høvuðsmaðurin hoyrdi tað, fór hann til herhøvdingan og segði honum frá tí og helt fyri: «Hvat er tað, tú ætlar at gera? Tí at hesin maðurin er rómverskur.» v27 Herhøvdingin kom tá til hansara og segði við hann: «Sig mær, ert tú rómverskur?» Men hann segði: «Ja.» v28 Og herhøvdingin svaraði: «Eg havi fyri nógvar pengar keypt mær henda borgararættin.» Men Paulus segði: «Eg eri enntá borin til hansara.» v29 Og alt fyri eitt fóru teir frá honum, sum ætlaðu at taka forhoyr av honum; og herhøvdingin varð eisini óttafullur, tá ið hann fekk at vita, at hann var rómverskur, av tí at hann hevði bundið hann. v30 Men dagin eftir, tá ið hann vildi fáa fulla greiðu á, hvat ið hann var klagaður fyri av Jødunum, slepti hann honum leysum og beyð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldu koma saman, og hann kom oman við Paulusi og førdi hann fram fyri teir.