|
Ápostlasøgan, kapittul 4
Pætur og Jóhannes fyri ráðnum
v1
Men meðan teir talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og Saddukeararnir á teir,
v2
av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum.
v3
Og teir løgdu hendur á teir og settu teir í varðhald til morgunin eftir; tí at kvøldið var longu komið.
v4
Men mong av teimum, sum hoyrt høvdu orðið, tóku við trúgv, og talið á kallmonnum var okkurt um fimm túsund.
v5
Morgunin eftir hendi so tað, at ráðharrar teirra og hinir elstu og hinir skriftlærdu komu saman í Jerúsalem,
v6
og eisini Annas, og høvuðspresturin, og Kajfas og Jóhannes og Aleksander og allir, sum vóru av høvuðspresta ætt.
v7
Og teir leiddu teir fram fyri seg og spurdu teir: «Við hvørjum mátti ella í hvørjum navni hava tit gjørt hetta?»
v8
Tá segði Pætur við teir, fyltur av heilagum anda: «Tit, ráðharrar fólksins og elstu!
v9
Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanførum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við,
v10
so skal tað vera øllum tykkum og øllum Ísraels fólki kunnigt, at í navni Jesu Krists úr Nasaret, sum tit krossfestu og Guð reisti upp frá deyðum, fyri hansara navns skuld stendur hesin maður frískur og ferðugur her fyri eygum tykkara.
v11
Hann er tann steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur.
v12
Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.»
v13
Men tá ið teir sóu hetta dirvið í Pæturi og Jóhannesi og fingu at vita, at teir vóru ólærdir menn og leikmenn, undraðust teir. Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi.
v14
Og tá ið teir sóu mannin, sum var vorðin lektur, standa hjá teimum, høvdu teir einki at siga ímóti tí.
v15
Men teir buðu teimum at fara út frá ráðinum, og teir samráddust sín ámillum og søgdu:
v16
«Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at eitt skilligt tekin er hent av teirra ávum, tað er øllum teimum kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, og vit kunnu ikki nokta fyri tí.
v17
Men fyri at tað ikki skal verða borið longur út millum manna, tá latum okkum hótta teir harðliga, at teir ikki meira mega tala til nakað menniskja í hesum navni.»
v18
So kallaðu teir teir inn og buðu teimum, at teir als ikki máttu tala ella læra í Jesu navni.
v19
Men Pætur og Jóhannes svaraðu og søgdu við teir: «Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Guðs eygum at vera tykkum lýðin heldur enn Guði.
v20
Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.»
v21
Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at øll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var.
v22
Tí at maðurin var yvir fjøruti ára gamal, sum hetta heilsubótartekinið hevði verið fyri.
Kirkjuliðsins bøn og kærleikin í kirkjuliðinum
v23
Men tá ið teir vóru slopnir leysir, komu teir til felagar sínar og søgdu teimum frá øllum, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir.
v24
Tá ið tey hoyrdu tað, hevjaðu tey samhugað reyst sína til Guðs og søgdu: «Harri, tú ert tann, sum gjørt hevur himmalin og jørðina og havið og alt, sum í teimum er,
v25
tú sum við heilagum anda hevur sagt gjøgnum munn Dávids, faðirs várs, tænara tíns: «Hví leikaðu heidningarnir óðir og høvdu fólk fáfongt í ráði?
v26
Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara.
v27
Tí av sonnum tóku teir seg saman í hesum staði móti hinum heilaga tænara tínum, Jesusi, sum tú salvaði, bæði Heródes og Pontius Pilatus tillíka við heidningunum og Ísraels fólkum,
v28
at gera alt tað, sum hond tín og ráð títt frammanundan høvdu fyriskipað skuldi hendast.
v29
Og nú, Harri, lít at hóttum teirra, og gev tænarum tínum við øllum dirvi at tala orð títt,
v30
við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.»
v31
Og tá ið tey høvdu biðið, ristist staðurin, har sum tey vóru saman komin, og tey fyltust øll av heilagum anda, og tey talaðu Guðs orð við dirvi.
v32
Men allur flokkurin av teimum, sum tikið høvdu við trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál, og ikki ein teirra segði nakað vera sítt av tí, hann átti, men alt var samogn hjá teimum.
v33
Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu Krists uppreisn, og stór náði var yvir teimum øllum.
v34
Tí at ikki heldur var nakar tørvandi millum teirra; tí at allir, sum áttu jørð ella hús, seldu tey og komu við peningavirðinum fyri tað, sum teir høvdu selt,
v35
og løgdu tað fyri føturnar á ápostlunum; og tað varð sundurbýtt til ein og hvønn, eftir sum honum var tørvur á.
v36
Men Jósef, sum kallaður varð av ápostlunum við tilnavninum Barnabas, – tað er útlagt: ugganar sonur, – ein Levitur, ættaður frá Kýpern,
v37
sum átti eitt jarðarstykki, seldi tað og kom við peningunum og legði teir fyri føturnar á ápostlunum.
|