|
Ápostlasøgan, kapittul 8
Stór forfylging
v1
Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og øll vórðu spjødd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir.
v2
Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum.
v3
Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús.
v4
Men tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins.
Filip í Sámáriu; Símun gandakallur
v5
Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum.
v6
Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjørdi;
v7
tí at tað vóru mong, sum høvdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rødd, og mong lamin og vanfør vórðu lekt.
v8
Og har varð stór gleði í teirri bygdini.
v9
Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt.
v10
Øll góvu sær far um hann, bæði smá og stór, og søgdu: «Hesin maður er tann Guðs kraft, sum kallast mikil.»
v11
Men tey góvu sær far um hann av teirri orsøk, at hann í langa tíð hevði gjørt tey bilsin við sínum gandakunstum.
v12
Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur.
v13
Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann.
v14
Men tá ið ápostlarnir, teir sum vóru í Jerúsalem, hoyrdu, at Sámária hevði tikið við Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes.
v15
Teir fóru oman hagar og bóðu fyri teimum um, at tey máttu fáa heilagan anda;
v16
tí at enn var hann ikki fallin á nakran teirra, men tey vóru eina doypt til navns Harrans Jesu.
v17
Síðan løgdu teir hendurnar á tey, og tey fingu heilagan anda.
v18
Men tá ið Símun sá, at heilagi andin varð givin, í tí at hendur ápostlanna vórðu álagdar, bar hann teimum pening og segði:
v19
«Gevið eisini mær handa mátt, so at hvør tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa heilagan anda!»
v20
Men Pætur segði við hann: «Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening!
v21
Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði.
v22
Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin;
v23
tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísi-fjøtri.»
v24
Men Símun svaraði og segði: «Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!»
v25
Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámáriubúgvum.
Hirðmaðurin úr Etiópiu
v26
Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: «Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!» – Tað er ein oyðivegur. –
v27
Og hann stóð upp og fór. Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og høvdingi hjá Kandake, drotning Etiópiumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bøn.
v28
Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet.
v29
Men andin segði við Filippus: «Far og halt teg aftur at hesum vagni!»
v30
Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: «Skilir tú tað, sum tú lesur?»
v31
Men hann segði: «Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?» Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær.
v32
Men tað stykkið av skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: «Sum ein seyður varð hann leiddur til skurðar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín.
v33
Í neyðarstandinum varð dómur hansara avtikin; hvør kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hansara er tikið burtur av jørðini?»
v34
Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: «Sig mær, um hvønn sigur profeturin hetta? um seg sjálvan ella um onkran annan?»
v35
Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus.
v36
Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nøkrum vatni, og hirðmaðurin segði: «Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?» (
v37
Og Filippus segði: «Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.» Men hann svaraði og segði: «Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.»)
v38
Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann.
v39
Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum, rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín.
v40
Men Filippus varð funnin í Asdod, og hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin í øllum bygdunum, líka til hann kom til Kesareu.
|