|
Ápostlasøgan, kapittul 18
Paulus boðar Krist í Korint
v1
Eftir hetta fór hann úr Aten og kom til Korint.
v2
Og har hitti hann ein Jøda, Akvilas at navni, ættaðan frá Pontus, sum var nýkomin frá Itáliu, og Priskillu, konu hansara; tí at Klaudius hevði boðið, at allir Jødar skuldu fara burtur úr Róm. Hann fór til teirra,
v3
og av tí at báðir høvdu sama handaverk, kom hann at búgva hjá teimum, og teir arbeiddu saman, tí at yrki teirra var at gera tjøld.
v4
Men hann hevði samtalur í samkomuhúsinum hvønn hvíludag, og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.
v5
Men tá ið teir Silas og Timoteus komu oman frá Makedóniu, gjørdi Paulus einki annað uttan talaði, og hann vitnaði fyri Jødunum, at Jesus var Kristus.
v6
Men tá ið teir stóðu ímót og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: «Blóð tykkara komi yvir høvur tykkara! Eg eri reinur; frá hesi stund fari eg til heidningarnar.»
v7
Og hann fór burtur haðan og kom inn í húsið hjá einum manni, sum æt Titus Justus og sum dýrkaði Guð, og hús hansara var tætt upp at samkomuhúsinum.
v8
Men Krispus, fyristøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, trúði á Harran saman við øllum húsi sínum; og mangir av Korintmonnunum, sum lýddu á, tóku trúgv og vórðu doyptir.
v9
Men Harrin segði um náttina í eini sjón við Paulus: «Óttast ikki, men tala og tig ikki!
v10
Tí at eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg fyri at gera tær mein, tí at eg eigi nógv fólk í hesum staði.»
v11
Og hann varð búgvandi har eitt ár og seks mánaðir og lærdi Guðs orð millum teirra.
v12
Men tá ið Gallio var landshøvdingi í Akkeu, reistust Jødarnir samhugaðir móti Paulusi og førdu hann fyri dómstólin og søgdu:
v13
«Hesin maðurin fær fólk til at dýrka Guð tvørtur ímót lógini.»
v14
Men tá ið Paulus ætlaði at lata munnin upp, segði Gallio við Jødarnar: «Hevði tað verið onkur órættur ella onkur illgerð, tá hevði verið góð grund hjá mær at lurta eftir tykkum í tolni, tit Jødar;
v15
men eru tað trætumál um læru og nøvn og ta lóg, sum tit hava, tá gerið tit sjálvir tað av; dómari í slíkum málum vil eg ikki vera.»
v16
Og hann rak teir burtur frá dómstólinum.
v17
Men tá tóku teir allir Sostenes, fyristøðumannin fyri samkomuhúsinum, og bardu hann framman fyri dómstólin. Og Gallio læt alt hetta ikki við seg koma.
Paulus vendir so aftur til Antiokíu um Efesus, Kesareu og Jerúsalem
v18
Men Paulus varð verandi har enn mangar dagar; síðan heilsaði hann brøðrunum til burturferðar og sigldi til Sýriulands, og við honum Priskilla og Akvilas; – áður hevði hann í Kenkreu latið klippa sær av høvdinum, tí at hann hevði eitt lyfti á sær. –
v19
Og tey komu til Efesus, og har læt hann tey verða eftir; men sjálvur fór hann inn í samkomuhúsið og hevði samtalur við Jødarnar.
v20
Men tá ið teir bóðu hann steðga har eitt sindur longur, samtykti hann ikki í tí,
v21
men heilsaði teimum og segði: «Eg skal koma aftur til tykkara, um Guð vil.» Og hann sigldi so út frá Efesus.
v22
Og hann kom til Kesareu, og hann helt ferðini niðan og heilsaði kirkjuliðinum og fór so oman til Antiokíu.
Triðja prædikuferð Paulusar byrjar, til Galatalands og Frýgíu
v23
Og tá ið hann hevði dvalt har eina tíð, fór hann avstað og ferðaðist bygd úr bygd um alt Galataland og Frýgíu og styrkti allar lærusveinarnar.
Ápollos í Efesus, hann fer til Akkeu
v24
Men ein Jødi, Ápollos at navni, ættaður úr Aleksandriu, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til Efesus.
v25
Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar.
v26
Hesin maður tók at tala djarvliga í samkomuhúsinum, og tá ið Priskilla og Akvilas hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og greiddu Guðs veg gjøllari fyri honum.
v27
Men tá ið hann hevði hug at fara yvirum til Akkeu, elvdu brøðurnir honum til og skrivaðu til lærusveinarnar at taka ímót honum. Og komin hagar var hann við Guðs náði hinum trúgvandi til stóra hjálp;
v28
tí at menniliga tepti hann Jødarnar so øll hoyrdu, og prógvaði út av skriftunum, at Jesus var Kristus.
|