Upplestur við ljóðbíbliu.
Upplestur á biblia.fo
Fylg vegleiðingini sum víst niðanfyri.
Á heimasíðuni hjá Føroyska Bíbliufelagnum kanst tú hoyra upplestur úr Bíbliuni.
Tú kanst lurta heima, tá ið tú koyrir bil ella gongur ein túr í haganum. Ja, eisini um tú ert staddur umborð á skipi nær ella fjar.
Skipanin riggar á teldu, teldli og fartelefon.
Sjónveik fegnast eisini um henda frálíka møguleika frá Bíbliufelagnum.
Hvussu geri eg?
- Far til heimasíðuna hjá Bíbliufelagnum: https://biblia.fo/biblia
- Vel til vinstru hvørja bók ella kapitul tú vilt lurta eftir.
- Trýst á pílin ovast til høgru og lesarin byrjar upplesturin.
- Í innstillingum kanst tú broyta lesiferð, rødd og mál. Til ber eisini at goyma ljóðfílina sum MP3, broyta útsjónd á amboðsbjálkanum o.a.
Tú kanst eisini markera tekst, sum tú vilt hava lisnan. Hevur tú orðabókina frammi, kanst tú eisini lesa úr henni.
Markera eitt orð og vel orðabók, og tú sært, hvat orðið merkir. Trýst á les, og merkingin verður lisin.
Her er ein góð vegleiðing – trýst her.
Mong eru glað og takksom fyri henda møguleika, at hoyra upplestur úr Bíbliuni.
Upplestur av Nýggja Testamenti á bible.is: Trýst her...
Vegleiðing til ljóðbíbliuna (app) á Bible.is.pdf