Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Um Bíbliuna.

Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum

Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið “bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn

Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skaldskapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni.Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður

Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000 f.Kr

Gamla Testamenti greiðir frá søgu ísraelsmanna í mong hundrað ár. Nýggja Testamenti lýsir eitt tíðarskeið um 60 – 100 ár, har vit serliga lesa um Jesus og tíðina eftir hann. Samanumtikið er tað eitt savn av bókum, ið eru skrivaðar í okkurt um 1000 ár og møguliga longur

Men tað, sum eisini ger Bíbliuna til nakað serligt, er, at hóast hon á ein hátt er gomul, so er hon eisini ein viðkomandi bók, ið viðger nøkur grundleggjandi viðurskiftir, sum vit menniskju liva undir nú og til allar tíðir, lív og deyða, gleði og sorg, eydnu og óeydnu, iva og trúgv, hatur og fyrigeving, øvund og kærleika

Vit kunnu altíð sammeta okkum við persónar í Bíbliuni og kanska á tann hátt betur skilja okkara umstøður og gerandisdag

Ein góður háttur at lesa bíbliutekstir er at biðja til hann, sum hevur innblást hesar tekstir. Gud man hjálpa og vegleiða, hvussu orðið skal skiljast, og geva styrki at liva samsvarandi

Hugurin er ofta okkara størsta avbjóðing. Trupult er at læra góðar siðir, men vani bítur best. Viljin er okkara styrki. At lesa Guds orð hevur tí meira við viljan at gera enn hugin, sum kann sveiggja við aldu og vindi.

Bíblian, Halgabók, er heimsins viðgitnasta bók

Bíblian er samlaða savnið av heilagu skriftunum hjá kristnum og jødiskum fólki. Hon er týdd til væl fleiri enn 2.400 ymisk mál. Í Bíbliuni eru 66 bøkur. Tær eru býttar upp í kapittul og vers, sum gera tað lættari at finna runt. Orðið, biblia, er grikskt og merkir bókasavn. Í Bíbliu okkara eru Gamla Testamenti, sum eru halgu tekstirnir hjá jødum, og Nýggja Testamenti við halgu skriftunum hjá teimum kristnu. Nógv kristin fólk trúgva, at Bíblian er Guds orð, hóast ósemja er um, hvussu hetta skal skiljast

Søgurnar í Halgubók hava givið listamonnum góð hugskot. Í kirkjum víða hvar eru málningar, glasbrotamyndir og telgdir lutir við evnum úr Halgubók. Fleiri rithøvundar hava skrivað um evni í Halgubók.

Bíblian á føroyskum

Schrøter

Fyrsta roynd at umseta Bíbliuna til føroyskt var umsetingin av Evangeliinum eftir Matteus eftir danska prestinum J.H. Schrøter (1771 - 1851). Hendan týðingin kom út í 1823. Schrøter skipaði so fyri, at eitt eintak varð prentað til hvørt hús í Føroyum, íalt eini 1.500 eintøk. Móttøkan var tó misjøvn og sum heild neilig. Vanliga fólkið vildi ikki vita av umsetingini, tí tey vóru von við danskt mál í átrúnaðarligum samanhangi, og teir meira lærdu funnust at vánaliga málinum sum Schrøter brúkti. Einki føroyskt skriftmál var tá, og Schrøter hevði gjørt sítt egna heldur suðuroyakenda og ljóðliga skriftmál.

Danielsen, Dahl og Viderø

Tað eru tvær fullfíggjaðar, føroyskar umsetingar av Bíbliuni, onnur umsett av Victori Danielsen (1894-1961) og hin av Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristiani Osvald Viderø (1906-1991). Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávikavist í 1949 og 1961. Tær verða í høvðusheitum brúktar í brøðrasamkomuni og fólkakirkjuni (og hennara undirbólkum, so sum heimamissiónini)

Umsetingin hjá Danielsen var ikki úr frummálunum, grikskum og hebraiskum, men úr ymiskum evropeiskum málum (so sum týskum, enskum og teimum norðurlendsku málunum), meðan tann hjá Dahl og Viderø var úr frummálunum. Vanliga verður mett, at umsetingin hjá Danielsen er tann lættara at lesa av báðum umsetingunum

Endaliga arbeiðsbýtið ímillum Dahl og Viderø var, at Viderø umsetti Sálmarnar, Orðtøkini, Prædikaran, Jobsbók 1-23, Esaias 7,10-15; 9,6-7; 11,1-10; 12; 24,1-9; 40,1-8; 53; 55,6-7; 60,1-6. Dahl umsetti Nýggja Testamentið og annars tað, sum ikki er at finna í listanum hjá umsetingum Viderøs omanfyri.

Joensen

Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, hevur umsett Bíbliuna av nýggjum. Mál hansara var, at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman.