Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Viðtøkur.

Viðtøkur fyri Føroyska Bíbliufelagið

1. Navn og stovnan
Føroyska Bíbliufelagið er stovnað í Tórshavn 11. oktober 2012. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

2. Endamál
Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

3. Stuðlar og kunning
1. Øll sum veita felagnum fíggjarligan stuðul, eru stuðlar í Føroyska Bíbliufelagnum.
2. Allir stuðlar fáa kunning um virksemi felagsins umvegis heimasíðuna.

4. Stýrið
1. Eitt stýri við 11 limum leiðir og skipar arbeiðið í Føroyska Bíbliufelagnum. Meirilutin í stýrinum skulu vera limir í Fólkakirkjuni. Biskupur er forseti í Bíbliufelagnum.

Limirnir eru:
Føroya biskupur og Føroya dómpróstur.
Ein prestur úr Fólkakirkjuni valdur av biskupi.
Eitt umboð úr Fólkakirkjuni valt av biskupi.
Eitt umboð valt av Kirkjuligu Heimamissiónini.
Eitt umboð valt av Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Eitt umboð valt av Katólsku Kirkjuni.
Eitt umboð valt av hvítusunnusamkomunum.
Eitt umboð valt av karismatisku fríkirkjunum.
Umboðsvaldu stýrislimirnir velja 3. hvørt ár innan 1. mars, tvey umboð í stýrið.
2. Avvarandi kirkja, samkoma ella rørsla velja og góðkenna síni umboð í samráð við stýrið. Umboðini skulu taka undir við viðtøkum Bíbliufelagsins.
3. Stýrið skipar seg triðja hvørt ár við formanni og næstformanni. Formaðurin skal vera limur í Fólkakirkjuni. Kassameistarin nýtist ikki at vera limur í stýrinum.
4. Stýrið kann seta aðalskrivara og onnur starvsfólk, sum skulu hava setanarskriv við
undirskrivaðari arbeiðsskrá, áðrenn starvstíðin byrjar. Stýrið kann seta og siga fólk úr starvi. Aðalskrivarin er skrivari í stýrinum við talurætti, umsitur dagligu leiðsluna og avgreiðir stýrissamtyktir.
5. Stýrið kann seta starvsnevnd. Í starvsnevndini sita formaðurin, næstformaðurin og aðalskrivarin. Stýrið kann seta aðrar nevndir til ávís endamál.
6. Stýrið hevur í minsta lagi tríggjar fundir árliga. Formaðurin kallar saman til fundar, og um 5 stýrislimir ynskja tað, skal formaðurin kalla stýrið saman.
7. Stýrið er viðtøkuført, tá ið meirilutin av stýrislimunum eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki annað er samtykt. Um atkvøðugreiðslan stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Formaðurin skipar fyri, at fundarfrásøgn verður skrivað og send stýrislimunum í vikuni eftir stýrisfund.
8. Til tess at binda Føroyska Bíbliufelagið fíggjarliga krevst undirskrift frá formanni og næstformanni. Er talan um at keypa, selja ella veðseta ognir felagsins, skulu allir stýrislimirnir undirskriva avtaluna. Stýrið kann geva fulltrú.

5. Roknskapur
1. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
2. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara, valdur av stýrinum. Roknskapurin verður, saman við frágreiðing um virksemi felagsins farna ári, lagdur fyri stýrið til góðkenningar og fyri stuðlarnar, umvegis heimasíðu felagsins til kunningar, innan 1. mars.

6. Viðtøkubroytingar
1. Broytingar í viðtøkum felagsins krevja, at ¾ av stýrislimunum akvøða fyri.
2. Føroyska Bíbliufelagið kann bara verða tikið av, um ¾ av stýrislimunum atkvøða fyri hesum á tveimum fundum við einum ára millumrúmi. Verður felagið tikið av, skulu ognir felagsins latast øðrum felagi, stovni ella grunni, sum hevur sama ella líknandi endamál sum Føroyska Bíbliufelagið.

Hesar viðtøkur eru góðkendar á stovnandi fundi í Tórshavn 11. oktober 2012, og seinast broyttar á stýrisfundi á Argjum 24. februar 2019.