Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Søga.

Søgan um Bíbliufelagið í Føroyum

Frá tí, at Schrøter í 1823 gav út fyrsta bíbliutekstin á føroyskum máli - Evangeliið eftir Matteus, til Dahl 100 ár seinni gav út sama evangeliið, hendi tað, at vit fóru frá at skriva, sum vit úttalaðu orðini, til at skriva eftir føstum málreglum.

Frá Dahl/Viderø og Victori til okkara dagar, hava vit umframt skrivaða orðið elektroniskar miðlar.

Hvørjar styrkir og veikleikar eru í miðlunum, læra vit so við og við, men okkara ynski, er at læra av søguni hjá Bíbliuni, at tað er umráðandi at halda hesum hátt, sum Luther og mong við honum hava hildið sum stavnhald: At halda seg til tekstin, soleiðis sum hann er givin okkum í hebraiska og grikska grundtekstinum og at lata hann í ein málbúna, sum samtíðin skilur og kann taka til sín.

Schrøter er ein føroyskur viti á leiðini, tá ið hann árið eftir at Danska Bíbliufelagið var stovnað - í 1814 – heitti á felagið at geva út Nýggja Testamenti á føroyskum. Hetta var áðrenn, vit høvdu skriftmál, og áðrenn vit høvdu nakra bók á okkara máli:

  • Føroysk børn skilja ikki danskt, segði hann.
  • Ungdómur og vaksin megna ikki nóg væl at orða seg um kristnu trúnna.
  • Tað er betri at troysta sjúk við bíbliuorðum á egnum máli.

Árini í bíbliusøgu føroyinga 1823 og 1923 eru stór, tí tey løgdu lunnar undir árið 1937, tá ið vit fingu Nýggja Testamenti útgivið á føroyskum - og tað í tveimum útgávum. Og hetta árið legði somuleiðis lunnar undir at koma á mál við at týða Gamla Testamenti eisini. Hetta eydnaðist ávikavist í 1949 og 1961, tá ið øll Bíblian kom út við týðing eftir ávikavist Victor Danielsen og Jákup Dahl/K.O. Viderø.

Mentan okkara gjørdist nú rík og í tann mun, hetta orðið verður virt, verður mentan okkara støðugt ríkað og fólk okkara signað!

Títt orð er, Guð, várt arvagóðs,
tann arv vit bestan fingu,
í grøv veit okkum, Guð, tað rós,
at leidd av tí vit gingu;
tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
O, Guð, ið hvussu fer,
lat, meðan verøld er,
tað fólks várs arvur vera.

Grundtvig 1817. J. Dahl 1916.