Altjóða samstarv.
30. mai 2013 er eitt týðandi stig tikið: At gerast sjálvstøðugt bíbliufelag við altjóða rætti og skyldum.
Henda dag hava vit sent Sameindu Bíbliufeløgum, UBS (United Bible Societies), áheitan at gerast sjálvstøðugur limur. Hetta fer at krevja nakað og at kosta nakað, tí vit hava sum eitt ríkt land ábyrgd at stuðla teimum við trengri fíggjarkorum.
Men hetta kemur eisini at geva okkum kunnleika og íblástur til egið bíbliuarbeiði.
Á árliga limafundinum í Christianskirkjuni í Klaksvík 12. apríl 2016 varð kunngjørt, at Føroyska Bíbliufelagið er vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societes - UBS). Les meira...