Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Bíbliutýðingar.

"Ísrael" og "Nýggi Sáttmálin"

Viðmerking frá Føroyska Bíbliufelagnum viðv. “Nýggja Sáttmálanum”:

Í seinastuni hevur verið kjak á Facebook og aðra staðni um nýggju donsku Bíbliuna ”Bibelen 2020” og nýtsluna av heitinum “Ísrael”.

Av tí at “Nýggi Sáttmálin”, sum er gerandisútgáva av Nýggja Testamenti, er týddur úr “Den Nye Aftale” í hesi Bíbliuni (við íblástri frá fleiri øðrum týðingum), er Føroyska Bíbliufelagið eisini vorðið nevnt í hesum kjaki.

Tá vit arbeiddu við “Nýggja Sáttmálanum”, varð miðað eftir at skriva “Ísrael”, har tað í donsku útgávuni vanliga stendur “jødar”. Men navnið “Ísrael” er tíverri ikki komið við allar staðir sum t.d. í føroysku bíbliutýðingunum eftir J. Dahl og V. Danielsen. Hetta harmast vit um.

Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta árið endurskoðað “Nýggja Sáttmálan”, áðrenn hann verður givin út av nýggjum. Allir viðkomandi tekstir eru viðgjørdir viðv. nevnda máli, og “Ísrael” er longu skrivað, har tað stendur í upprunamálinum.

Føroyska Bíbliufelagið biður treytaleyst um umbering, um vit hava sært nakran, sum heldur, at jødarnir, Guds útvalda fólk, ella staturin Ísrael ikki verða vird. Vit elska og virða tað jødiska fólkið og ynskja landinum Ísrael tað besta.

Vit vóna, at “Nýggi Sáttmálin” framhaldandi verður tað, hann er ætlaður at verða: ein týðing av “Nýggja Testamenti” á gerandismáli, sum øll ung og bíbliufremmand skilja, og sum týðiliga boðar gleðiboðskapin um Jesus, Guds Son, sum er borðin í heim av Mariu moy, sum var av jødiskari ætt av Ísraels fólki.

Tórshavn, 5. mai 2020.

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Gunnar Nattestad, aðalskrivari
Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður
Bergur D. Joensen, formaður

____________________________________________________________________________________

Nýggi Sáttmálin lagdur fram. Søgulig útgáva á føroyskum

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”.

Útgávan er serliga ætlað ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar, men øll kunna fáa gagn av at lesa hesa nýggu slóðbrótandi útgávu.

Tað er Heri Tróndheim, sum hevur týtt “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum. Onnur hava lisið týðingina, fyri at tryggja trúskap ímóti grundmálinum og at málið er gott føroyskt gerandismál.

Tað er forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað, og Føroyaprent staðið fyri uppseting og prenting. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini.

Nýggi Sáttmálin er at fáa í bókasølum um alt landið, og bókin kostar 298,- kr.

Í sambandi við søguligu útgávuna, varð bókin løgd fram í Norðurlandahúsinum týsdagin 31. oktobur.

Si eisini myndir frá framløguni í myndasavninum.

Ynskja tygum at stuðla bíbliuarbeiðinum við eini peningagávu, kann hetta gerast við at flyta pening á niðanfyri standandi konti:

  • BankNordik 6460-382.873.7
  • Betri Banki 9181-380.777.2
  • Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
  • Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Minst til at viðmerkja: Gáva.

Nýggj týðing av Nýggja Testamenti

Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum.

Mál hansara er at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman.

Á samkomu í Bispagarðinum 26.05.2014, varð handritið til nýggju týðingina av Nýggja Testamenti formelt handað Føroyska Bíbliufelagnum.

Tað er Hans J. Joensen, biskupur, sum hevur týtt Nýggja Testamenti úr grikskum, sum Nýggja Testamenti varð skrivað á, saman við Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen.

Arbeitt hevur verið við hesum í mong ár, og nú eru so formalitetirnir komnir upp á pláss og Bíbliufelagið fer nú at gera handritið klárt til royndarútgávu, sum verður lagt á heimasíðu okkara, so almenningurin kann lesa og gera viðmerkingar.