Búmerkið hjá felagnum
Lurta

BíbliuApp.

 Nýggja bíbliuappin (2024)

11. okt. 2024: Fyrsta útgáva av nýggju appini kemur eftir ætlan ein av fyrstu døgunum.
1. aug. 2024:
Arbeiðið at gera nýggja app er byrjað.
15. juni 2024:
Føroyska Bíbliu-Appin til Android er ikki longur tøk - tíverri. Ætlanin er, at gera nýggja app til Android og IOS.

Takk fyri stuðul til nýggju appina. Les meira...

Í nýggju appini er: Dahl/Viderø Bíblian (1961). Nýggi Sáttmálin (2009). Matteus evang. (JH Schrøter). Frágreiðing um Bíbliufelagið v.m. Eisini ber til at leita, velja skriftstødd o.a.

Vegleiðing til nýggju appina

Trýst á myndirnar og tær verða størri.

Fleiri funkur við fleiri møguleikum koma so við og við.

Hevur tú viðmerkingar og rættingar til appina, send t-post til: aj@biblia.fo

Vel týðing Vel bók Vel kapitul, skriftstødd og leita.
Les tekstin. Blaða fram og aftur við pílunum Vel skriftstødd Trýst á "Meira". Vel skriftstødd og annað.
     

 

Gamla appin (2014)

App til Dahl/Viderø Bíbliuna (1961).


Við appini kanst tú lesa og hoyra alla Bíbliuna á fartelefonini/teldlinum, leita í Bíbliuni, fáa mannakorn til hvønn dag, skriva viðmerkingar til tekstir, goyma tekst sum bókamerki, deila á facebook og annað.