Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Búmerki.

Búmerkið er alt í svørtum á hvítum.

Krossurin hevur keltiskan uppruna og vísir á kristiligu andsrøtur føroyinga úr Írlandi.

Krossurin er umgirdur av einum ringi fyri at staðfesta sambandið við alla Jesu Krists kirkju.

Lodrætta ásin lýsir sambandið millum Gud og menniskja.

Tann vandrætta ásin er ein opin Bíblia til føroyingar og øll fólkasløg.

Búmerkið er einfalt og lýsir tað, felagið vil.