|
Fimta Mósebók, kapittul 12
Einans á einum staði má Harrin verða dýrkaður
v1
Hetta eru tær fyriskipanir og tey løgboð, sum tit skulu trúliga halda í tí landi, sum Harrin, Guð fedra tína, man geva tær til ognar allar dagar, sum tit liva á jørðini.
v2
Tit skulu til grundar oyða allar teir staðir, har tær tjóðir, ið tit leggja undir tykkum, hava dýrkað gudar sínar, bæði á høgum fjøllum, á heyggjum og undir hvørjum grønum træi.
v3
Tit skulu ríva niður altar teirra og smildra steinsúlur teirra, brenna upp Ásjerustólpar teirra, høgga sundur skurðgudamyndir teirra og avoyða nøvn teirra úr staði teirra.
v4
Soleiðis skulu tit ikki fara at móti Harranum, Guði tykkara.
v5
Men tit skulu leita á staðin tann, sum Harrin, Guð tykkara, kjósar sær av øllum ættum tykkara til tess at lata navn sítt búgva har; hagar skulu tit fara;
v6
og hagar skulu tit koma við brenniofrum og sláturofrum tykkara, við tíggjundum og øllum offuravskurði tykkara, við heitofrum og sjálvkravdum ofrum tykkara og við frumburðum undan stórdýrum og smalum tykkara.
v7
Har skulu tit halda offurmáltíð frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, og saman við húskjum tykkara fegnast yvir alt, sum tit hava vunnið við virki tykkara, og sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við.
v8
Tó mega tit ikki gera, eins og vit nú gera her, so hvør maður ger tað, ið honum líkar.
v9
Tí at enn eru tit ikki komnir á tann heimstað og arvalut, sum Harrin, Guð tín, skal geva tær.
v10
Men tá ið tit koma yvir um Jórdan og hava tikið upp bústað í tí landi, sum Harrin, Guð tykkara, letur tykkum fáa til ognar, og tá ið hann hevur veitt tykkum frið fyri øllum fíggindum tykkara runt íkring, og tit búgva ekkaleysir,
v11
tá skulu tit koma við øllum offurgávum, sum eg bjóði tykkum, á tann stað, ið Harrin, Guð tykkara, velur sum bústað fyri navn sítt, bæði við brenniofrum og sláturofrum, við tíggjundum og øllum offuravskurðum tykkara og øllum útvaldum heitofrum, sum tit lova Harranum;
v12
og har skulu tit gleða tykkum frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, saman við sonum og døtrum tykkara, trælum og trælkvendum, og við Levitunum, sum eru innan borgarliða tykkara, tí at teir hava hvørki lut ella arvagrein saman við tykkum.
v13
Vara teg fyri at frambera brennioffur tíni á einum og hvørjum staði, sum eyga títt ber við.
v14
Men á tí staði, sum Harrin velur sær í einihvørji av ættum tínum, har skalt tú ofra brennioffur tíni, og har skalt tú gera alt tað, sum eg bjóði tær.
v15
Men annars mást tú í øllum borgum tínum slátra og eta kjøt eftir vild tíni av øllum, sum Harrin, Guð tín, vælsignar teg við; bæði óreinir og reinir mega eta av tí, eins og tað var skógargeit ella hjørtur.
v16
Men blóðið mega tit ikki eta; tað skulu tit lata renna niður á jørðina eins og vatn.
v17
Innan borgarliða tína mást tú ikki eta tíggjundina av korni tínum og aldinløgi og olju tíni, heldur ikki frumburðirnar undan stórdýrum og smalum tínum, ikki nakað av heitofrum tínum, sum tú hevur heitt, ella tíni sjálvkravdu offur ella nakað av offuravskurðum tínum;
v18
nei, frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur sær, skalt tú njóta alt hetta saman við syni tínum og dóttur, trælum og trælkvendum tínum og Levitunum, sum eru innan borgarliða tína; og tú skalt fegnast fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, yvir alt, sum tú ognar tær.
v19
Vara teg frá at forfjóna Levitan allar teir dagar, sum tú livir í landi tínum.
v20
Tá ið Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann hevur givið tær lyfti um, og tú tá fært brell eftir kjøti og sigur, at tú vilt hava kjøt at eta, tá mást tú eta kjøt, eins og tær lystir.
v21
Liggur tann staður, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, langt av leið, tá skalt tú slátra av stórdýrum og smalum tínum, sum Harrin gevur tær, eins og eg havi boðið tær; og tú mást eta tað innan borgarliða tína alt eftir vild tíni;
v22
men tú skalt eta tað eins og skógargeit og hjørt; bæði óreinir og reinir mega eta av tí.
v23
Men tú mást fram um alt vara teg frá at eta blóðið; tí at blóðið er sálin; og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum.
v24
Tú mást ikki eta tað, men tú skalt lata tað renna niður á jørðina eins og vatn.
v25
Et tað ikki, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg, tá ið tú gert tað, sum rætt er í eygum Harrans.
v26
Men halgigávur og heitoffur tíni skalt tú hava við tær á tann stað, sum Harrin velur sær.
v27
Og brennioffur tíni, bæði kjøtið og blóðið, skalt tú ofra á altari Harrans, Guðs tíns; og blóðið av sláturofrum tínum skal verða úthelt á altar Harrans Guðs tíns; men kjøtið mást tú eta.
v28
Varðveit og lýð tú øllum hesum boðum, sum eg leggi fyri teg, til tess at tað má vignast tær væl og børnum tínum eftir teg um allar ævir, tá ið tú gert tað, sum gott og rætt er í eygum Harrans, Guðs tíns.
Forboð móti gudsdýrkan Kánáanita
v29
Tá ið Harrin, Guð tín, hevur avoytt tær tjóðir, sum tú fert at leggja undir teg, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í landi teirra,
v30
tá lat teg ikki tøla til at taka við siðum teirra, eftir at teir eru oyddir undan tær; og fregnast ikki eftir gudum teirra við at spyrja: «Hvussu mundu hesar tjóðir dýrka gudar sínar? Eg vil bera meg at á sama hátt.»
v31
Men soleiðis mást tú ikki bera teg at við Harranum, Guði tínum; tí at alt, sum er Harranum andstyggiligt, alt, sum hann hatar, tað gera teir gudum sínum til heiðurs; ja, eisini synir sínar og døtur brenna teir upp í eldi gudum sínum til heiðurs.
v32
Tit skulu vandaliga halda alt tað, sum eg leggi fyri tykkum og einki leggja aftur at og einki taka burtur av tí.
|