Aftur til forsíðuna
Fimta Mósebók, kapittul 14
Forboð móti heidnum sorgarsiðum
v1 Tit eru børn Harrans, Guðs tykkara; tí mega tit ikki rista skeinur á hold tykkara og ikki raka hárið yvir enninum til bata fyri einhvønn deyðan; v2 tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum, og teg hevur Harrin kosið sær sum ognarfólk fram um allar aðrar tjóðir á fold.
Um rein og órein djór
v3 Tú mást einki eta, sum er andstyggiligt. v4 Hesi eru tey ferføttu djór, ið tit mega eta: Neyt, seyðir og geitir, v5 hjørtir, skógargeitir, dáhjørtir, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur. v6 Øll ferføtt djór, sum kleyvar hava, og tær alklovnar, og jótra, mega tit somuleiðis eta. v7 Av teimum, ið jótra, og av teimum, sum alklovnar kleyvar hava, mega tit ikki eta hesi: kamelin, haruna og bergharuna; tí at víst jótra tey, men hava ikki kleyvar; tey skulu vera tykkum órein. v8 Og svínið; tí at víst hevur tað kleyvar, men jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint; av kjøti teirra mega tit ikki eta og ikki nerta við ræið av teimum. v9 Av øllum, sum livir í vatninum, mega tit eta hetta: Alt, sum hevur fjaðrar og skrubb mega tit eta. v10 Men tit mega einki eta, sum ikki hevur fjaðrar og skrubb; tað skal vera tykkum óreint. v11 Allar reinar fuglar mega tit eta; v12 men hesar mega tit ikki eta: Ørnina, gammin og havørnina; v13 glentuna og falkakynið; v14 alt ravnakynið; v15 strutsin, svaluna, likkuna og heykakynið; v16 ugluna, náttugluna og hornugluna, v17 pelikánin, rægammin og súluna, v18 storkin, hegrakynið, herfuglin og flogmúsina. v19 Øll flogkykt skulu vera tykkum órein og mega ikki verða etin. v20 Men allar reinar fuglar mega tit eta. v21 Einki sjálvdeytt mega tit eta; tað mást tú geva útisetanum, ið býr hjá tær til matna ella selja hinum fremmanda tað; tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum. Tú mást ikki sjóða lamb í mjólk undan móður síni.
Um tíggjund (smbr. 3 Mós 11)
v22 Tú skalt vandaliga geva tíggjund av øllum gróðri tínum, sum sprettur av jørðini ár undan ári. v23 Og frammi fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum hann velur navni sínum til bústaðar, skalt tú eta tíggjundina av korni og aldinløgi og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smalum tínum, so at tú lærir at óttast Harran, Guð tín, allar dagar. v24 Men er vegurin tær ov langur, so at tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðurin, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, er ov langt burtur frá tær, og av tí at Harrin, Guð tín, vælsignar teg, v25 tá skalt tú býta tað um í silvur; og tú skalt balla silvurið inn og hava tað við á tann stað, sum Harrin, Guð tín, útvelur sær. v26 Fyri silvurið skalt tú keypa alt, sum tú fært hug á, neyt og smalur, vín og mjøð, og alt tú ynskir tær; og tú skalt njóta tað frammi fyri Harranum, Guði tínum, og fegnast har saman við húski tínum. v27 Og Levitan, sum er innan borgarliða tína, mást tú ikki forfjóna; tí at hann hevur hvørki lut ella arvagrein saman við tær. v28 Triðja hvørt ár skalt tú taka alla tíggjund av ávøksti tínum og bera hana saman í borgir tínar, v29 so at Levitin, sum jú ikki hevur lut ella arvagrein saman við tær, og útisetin, hin faðirleysi og einkjan innan borgarliða tína, mega koma og eta seg mett, til tess at Harrin, Guð tín, má signa teg í øllum, sum tú fæst við.