Aftur til forsíðuna
Fimta Mósebók, kapittul 15
Um frælsisárið
v1 Sjeynda hvørt ár skalt tú halda frælsisár. v2 Og soleiðis skal vera við frælsisárinum: Hvør lánsdrottin skal avkanna sær tað, sum hann hevur lænt næsta sínum; hann má ikki streingja á næsta sín ella bróður sín, tí at frælsisár hevur verið boðað fyri Harranum. v3 Hin fremmanda mást tú streingja á; men tað, sum tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva honum eftir. v4 Men í royndum man eingin fátækur fara at vera hjá tær; tí at Harrin, Guð tín, man ríkliga vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær sum arv til ognar, v5 um tú einans lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg í dag áleggi tær. v6 Tí at Harrin, Guð tín, man vælsigna teg, eins og hann heitti tær, so at tú kanst læna mongum tjóðum, men ikki hava tørv á teirra lánum; og tú skalt valda mongum tjóðum, men tær skulu einki vald hava á tær. v7 Um tú hevur onkun fátækan hjá tær, einhvønn av brøðrum tínum innan borgarliða tína onkustaðni í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá mást tú ikki vera so harðhjartaður, at tú letur hond tína aftur fyri fátæka bróður tínum; v8 nei, tú skalt lata hond tína upp fyri honum og fúsur læna honum alt, sum honum vantar og tørvur er á. v9 Vara teg frá at lata hesa bølmennishugsan koma upp í hjarta tínum: «Nú nærkast sjeynda árið, frælsisárið!» so at tú rennir ill eygu at fátæka bróður tínum og einki vilt geva honum; tí at tá man hann ákalla Harran ímóti tær og tú verða sekur í synd. v10 Nei, fúsur skalt tú geva honum; og tú mást ikki gera tað við ringum tannabiti; aftur fyri tað skal Harrin, Guð tín, vælsigna teg í øllum verkum tínum og øllum, sum tú tekst við. v11 Tí at fátæk fara ongantíð at tróta í landi tínum; tessvegna havi eg boðið tær: tú skalt fúsur lata hond tína upp fyri tí neyðstadda og fátæka bróður tínum í landi tínum.
Um trælir
v12 Um bróðir tín, hvørt tað er hebráiskur maður ella hebráisk kona, selur seg til tín, tá skal hann tæna hjá tær í seks ár; men á sjeynda ári skalt tú lata hann fara frælsan frá tær. v13 Men tá ið tú letur hann fara frælsan frá tær, tá skalt tú ikki lata hann fara tómhentan. v14 Tú skalt geva honum góðan førning av smalum tínum, av treskivølli og vínfargi, tú skalt geva honum av tí, sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við. v15 Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, loysti teg út; tessvegna bjóði eg tær hetta í dag. v16 Men um hann sigur, at hann vil ikki fara frá tær, av tí at hann hevur fingið tokka til tín og húski títt, av tí at hann hevur havt tað gott hjá tær, v17 tá skalt tú taka sýl og stinga gjøgnum oyra hansara inn í hurðina; síðan skal hann vera trælur tín alla ævi sína. Tað sama skalt tú gera við trælkonu tína. v18 Ilskast ikki um, at tú mást lata hann fara frælsan frá tær; tí at við seks ára trælastarvi sínum hevur hann vunnið tær tvær ferðir løn bønarmansins. Og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í øllum, sum tú tekur tær fyri.
Um hitt frumborna (smbr. 2 Mós 21,2-11)
v19 Allar frumburðir av kallkyni undan stórdýrum og smalum tínum skalt tú halga Harranum, Guði tínum; tú mást hvørki hava frumburðir oksa tína til vinnu ella royta frumburðir seyða tína. v20 Frammi fyri Harranum, Guði tínum, skalt tú saman við húski tínum ár undan ári eta tað á tí staði, sum Harrin velur sær. v21 Men er tað brekað, so at tað er lamið ella blint ella hevur eitthvørt ringt lýti, tá mást tú ikki ofra tað Harranum, Guði tínum. v22 Heima í borgum tínum skalt tú eta tað; bæði óreinir og reinir mega eta við, eins og var tað skógargeit ella hjørtur. v23 Einans blóðið mást tú ikki eta, men úthella tað á jørðina eins og vatn.