|
Fimta Mósebók, kapittul 23
Lógir um savnað Ísraels
v1
Eingin, sum er geldur, hvørt tað er við melting ella skurði, má vera í savnaði Harrans;
v2
eingin, sum er føddur í hori má vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda ættarlið má nakar undan honum vera í savnaði Harrans.
v3
Hvørki Ammoniti ella Móabiti mega vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda lið má nakar undan teimum nakrantíð vera í savnaði Harrans,
v4
vegna tess at teir ikki komu ímóti tær við breyði og vatni, tá ið tú vart á ferð úr Egyptalandi, men leigaðu móti tær Bileam Beorsson úr Petor í Áram-Náháráim til at banna tær.
v5
Men Harrin, Guð tín, vildi ikki lurta eftir Bileami; og Harrin, Guð tín, broytti banningina til signing fyri teg, av tí at Harrin, Guð tín, elskar teg.
v6
Tú mást um ævir aldri leggja lag í gævu teirra og vælferð.
v7
Men tú mást ikki hava andstygd fyri Edómitum, tí at teir eru brøður tínir, heldur ikki Egyptum, tí at tú vart sjálvur útiseti í landi teirra.
v8
Avkomar teirra mega javnvæl í triðja ættarliði vera í savnaði Harrans.
Lógin um ikki at óreinska herbúðirnar
v9
Tá ið tú fert í hernað móti fíggindum tínum, tá skalt tú vara teg frá øllum rongum.
v10
Er einhvør maður við tær, sum ikki er reinur vegna tess, ið honum hevur verið fyri um náttina, tá skal hann fara út um herbúðirnar og má ikki koma inn í herbúðirnar.
v11
Men tá ið komið er at kvøldi, skal hann tváa sær í vatni, og um sólsetur má hann koma inn aftur í herbúðirnar.
v12
Fyri uttan herbúðirnar skalt tú hava stað avvegis; út hagar skalt tú fara,
v13
og tú skalt hava sneis í belti tínum; og tá ið tú setir teg niður har úti, skalt tú grava hol við sneisini og soleiðis hylja tað, sum av tær kemur;
v14
tí at Harrin, Guð tín, gongur um í herbúðum tínum til tess at hjálpa tær og geva tær vald á fíggindum tínum; tí skulu herbúðir tínar vera heilagar, so at hann ikki sær nakað at vamlast við hjá tær og snýr sær frá tær.
Stroktrælir
v15
Tú skalt ikki fáa húsbónda træl hans aftur, sum flýddur er til tín undan húsbónda sínum;
v16
hann skal sleppa at taka upp bústað hjá tær á tí staði, sum hann velur, í einihvørjari av borgum tínum, har honum hóvar best; tú mást ikki gera honum nakað til meina.
Horskøkjur
v17
Eingin ísraelitisk kona og eingin ísraelitiskur kallmaður má halga seg skøkjulevnaði.
v18
Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundsgjaldi inn í hús Harrans, Guðs tíns, javnvæl um eitthvørt heiti hevur verið strongt; tí at bæði hesi eru Harranum, Guði tínum, andstyggilig.
Leiga
v19
Tú mást ikki taka leigu frá bróður tínum, hvørki av silvuri ella matvørum ella av nøkrum øðrum, ið leiga verður tikin av.
v20
Frá útlendskum manni mást tú taka leigu, men ikki frá bróður tínum, so at Harrin, Guð tín, má vælsigna teg í øllum, sum tú tekst við í tí landi, sum tú nú fert inn í til tess at ogna tær tað.
Um heiti til Harrans
v21
Tá ið tú streingir Harranum, Guði tínum, heiti, mást tú ikki drála við at evna tað; tí at Harrin, Guð tín, vil vissuliga krevja tað av tær; og tað verður tær synd.
v22
Men hevur tú teg undan at streingja heiti, tá gert tú teg ikki sekan í synd fyri tað.
v23
Tað, sum komið er yvir varrar tínar, skalt tú halda og evna, við at tú sjálvboðin og við egna munni tínum hevur strongt Harranum, Guði tínum, heiti.
Loyvi til at henta vínber og øks á annars mans jørð
|