Aftur til forsíðuna
Fimta Mósebók, kapittul 17
Forboð móti offurdjórum, ið lýti hava
v1 Tú mást ikki ofra Harranum, Guði tínum, neyt ella seyð við nøkrum lýti ella breki; tí at tað er Harranum, Guði tínum, andstyggiligt.
Revsing fyri hjágudadýrkan
v2 Um hjá tær finst í einihvørjari av borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, maður ella kona, sum ger tað, sum ilt er í eygum Harrans, Guðs tíns, við at bróta sáttmála hans, v3 og ímóti boði mínum dýrkar aðrar gudar og tilbiður teir, sólina og mánan og allan her himinsins, v4 og tær verður sagt frá hesum, og tú hoyrir tað, tá skalt tú vandaliga rannsaka tað, og roynist tað tá at vera satt, at henda andstygd hevur verið framd í Ísrael, v5 tá skalt tú leiða mannin tann ella konuna, sum hesa illgerð hava framt, út fyri borgarliðið, hvørt tað nú er kallur ella kona, og grýta tey til bana. v6 Eftir framburði tveggja ella tríggja vitna skal deyðadómur verða feldur; eingin má verða dømdur til deyða eftir framburði av einum vitni. v7 Vitnini skulu fyrstir ráðast á hann til tess at drepa hann, og síðan skal alt hitt fólkið; soleiðis skalt tú avoyða tað illa úr miðjum tær.
Ovasta dómsvald
v8 Tá ið tú skalt døma mál, sum er tær ov torført, hvørt tað er um manndráp ella ognarrætt ella um likamlig meiðsl, ið trætumál mega standast av í borgum tínum, tá skalt tú standa upp og fara niðan á tann stað, sum Harrin, Guð tín, velur sær; v9 og tú skalt víkja á Levitaprestarnar og dómaran, sum tá er, og leita tær ráð við teir; og teir skulu leggja tær lag á, hvussu tú skalt døma. v10 Og tú skalt fara eftir tí úrskurði, sum teir boða tær út frá tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur, og trúliga halda alt tað, sum teir kenna tær. v11 Eftir teirri leiðbeining, sum teir geva tær og eftir tí dómi, sum teir siga tær, skalt tú gera og hvørki víkja til høgru ella vinstru frá tí úrskurði, sum teir boða tær. v12 Men tann maður, sum í nasadirvi sínum ikki lýðir á prestin, ið stendur har í tænastu fyri Harranum, Guði tínum, ella á dómaran, hann skal doyggja; tú skalt oyða tað illa út úr Ísrael; v13 og alt fólkið skal fáa fregn um tað og óttast, so at eingin verður so nasadjarvur aftur.
Kongalógin
v14 Tá ið tú kemur inn í tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tað undir teg og tikið upp bústað í tí, og tú tá fært hug til at taka tær kong eins og allar tjóðirnar kring um teg, v15 tá skalt tú seta sum kong yvir teg tann, ið Harrin, Guð tín, velur; mann av brøðrum tínum skalt tú seta sum kong yvir teg; ikki mást tú seta yvir teg útlendskan mann, sum ikki er bróðir tín, v16 men hann má ikki hava nógv ross og ikki loyva fólkinum at fara aftur til Egyptalands at fáa sær nógv ross, tí at Harrin hevur jú sagt tykkum, at tit ongantíð mega fara tann vegin aftur. v17 Hann má ikki taka sær nógvar konur, so at hjarta hans víkur frá lýdni, og hann má ikki draga saman nøgdir av silvuri og gulli. v18 Og tá ið hann er komin at sita í kongshásæti sínum, tá skal hann hjá Levitaprestunum fáa sær eftirrit av hesari lóg, v19 og hann skal hava hana hjá sær og lesa í henni allar ævidagar sínar, til tess at hann lærir at óttast Harran, Guð sín, og trúliga halda øll boð í hesi lóg og hesar skipanir, v20 so at hann ikki í hjarta sínum erpar sær yvir brøður sínar og hvørki víkur til høgru ella vinstru frá boðorðinum, til tess at hann og synir hansara mega sita við ræði langar tíðir í Ísrael.