Jóhannes doyparin sendir boð til Jesu, Jesus vitnar um hann.
Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»
Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»
Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum.
Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.»
Matt. 11,2-10
3. s. í. advent
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen