Búmerkið hjá felagnum
Lurta
21. des. 2024

Doyparans vitnisburður.

Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?»

Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.»

Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.»

Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?»

Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.» Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna.

Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?»

Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.»

Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti.

Jóh. 1,19-28
4. s. í advent

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen