Símeon og Anna.
Og sí, í Jerúsalem var ein maður, nevndur Símeon, og hesin maður var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum.
Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. Og hann kom leiddur av andanum inn í halgidómin; og tá ið foreldrini komu inn við barninum Jesusi fyri at gera við tað, sum siður var eftir lógini, tá tók hann tað í føvningin og lovaði Guði og segði: «Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.»
Og faðir hansara og móðir hansara undraðust á tað, ið sagt varð um hann.
Og Símeon vælsignaði tey og segði við Mariu, móður hansara: «Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki, – ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum, – til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn.»
Og har var ein profetkvinna, Anna Fanuelsdóttir, av Assers ætt; hon var avgomul, hevði livað saman við manni sínum sjey ár aftan á jomfrúdagar sínar, og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag.
Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems. Og tá ið tey høvdu útint alt tað, sum var fyriskipað í lóg Harrans, fóru tey avstað aftur til Galileu, til Nasaret, heimbygd sína.
Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum.
Luk. 2,25-40
Jólasunnudagur
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen