Búmerkið hjá felagnum
Lurta
18. jan. 2025

Brúdleyp í Kána.

Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara.

Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.» Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.»

Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.» Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur.

Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur. Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum.

Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: «Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.»

Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.

Jóh. 2,1-11
2. s. e. trettanda

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen