22. jan. 2025
FRUMSÝNING í Løkshøll - SPÍRAR 2.1 .
1. partur av Spírum 2 er liðugur, og hetta hátíðarhalda vit við einum spennandi Spíratiltaki!
FRUMSÝNING: Spírar 2.1 - Ábraham og Sára
Knurr&Knarr og Dansispøl við ReyðuLeyvu
Ver vælkomin til eina hugnaliga løtu saman við Spírum!
PS: Øll børnini fáa eina lítla gávu heim við.
Vit síggjast í Løkshøll 22. februar kl. 15.00.
Tiltak: 1 tími (sending: 22 min).
0-2 ár: Ókeypis (ein má sita undir)
3-14 ár: 50kr (+8kr í avgjaldi)
15-120 ár: 150kr (+10kr í avgjaldi)
Atgongumerkir fáast her: https://www.atgongumerki.fo/2842095/spiratiltak
ella her: https://loksholl.fo/events/event/695
Hvat er Spírar? Spírar.fo er partur av Bíbliufelagnum og framleiða bíbilskar teknifilmar, framløgur, tónleik og annað til børn. Les meira um Spírar her...