01. feb. 2025
Jesus blíðkar illveðrið á sjónum.
Og tá ið hann steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara.
Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav.
Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: «Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!» Og hann sigur við teir: «Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!»
So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn.
Men menninir undraðust og søgdu: «Hvør maður er hetta, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?»
Matt. 8,23-27
4. s. e. trettanda
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen